Skriva út

Sámal Kristiansen

Sámal Kristiansen
deknur
Fuglafjarðar kirkja
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Á Vesturstovu í Fuglafirði er seinnapartur um nón ella um trýtíðina. . Sámal Kristiansen, sum er 86 ára gamal situr inni á kamari sínum og drekkur ein kaffimunn, aftur við er nýbakað skapilsi, reytt av eggum og við ektaðum sukri, sum smeltar á tunguni. Hann er blíður og vil hava meg at njóta millummálan saman við honum. Nakað av svøvnrúsi er enn í eygunum, hesin kemur frá døgurðaslanginum. Ein góður døgurði linkar so deliga ein eldri mann og ung fólk við. Hann er føddur 17 september í 1928. 

    -Eg var leingi deknur, leingi einsamallur, alt ov leingi. Tað var for bundisligt, sigur Sámal mest sum fyri seg sjálvan. Og hann hevur verið trúfastur deknur leingi í tveimum kirkjum í Fuglafirði. 

    -Eg mátti gevast. Eyguni fóru at bila, tað kom av sær sjálvum. Eg begynti ungur. Teir fingu ongan dekn. Beder bað meg. Eg gjørdist prøvadeknur. Eg vildi gera eina tænastu fyri kirkjuna. Pápi bað meg um ikki at sleppa kirkjuni. Fólk úr kirkjuni fara í bólkar og stovna samkomur. Tað er skeivt, sigur Sámal Kristiansen. Tey fyrstu orðini í samrøðuni koma nokk so knøpp. Stuttir setningar, eins og hann hevur fyrireikað seg upp á, hvat hann vil siga. Seinni gerst samrøðan meira samanhangandi. 

    -Karl lærarin var leingi deknur. Hann var pápabeiggi mín og so tók eg við. Tað var stór ábyrgd fyri ein ungan mann at vera einsamallur deknur og tað var eisini bundisligt. Eg lærdi í smiðjuni Meka. Hetta var í tíðini, tá ið Hilmar Petersen var stjóri. Tað var pápi, sum bað um lærupláss. Hann var útróðrarmaður og vildi ikki hava, at vit eisini skuldu enda sum útróðrarmenn, nakað hann helt var ringasta jobbið ein kundi velja sær. Vit vóru tríggir beiggjar og hóast vit ikki gjørdust útróðrarmenn, fekk pápi ikki køvt okkara hug at flóta. Eg var elstur, so var tað Sigvald, sum læs til lækna niðri og so yngsti bróðurin Martin, sum búði niðri. 

    -Eg havi altíð havt bát og havi róð rættuliga fitt út. Tað var ikki altíð so lætt at fáa fólk til handsnelluna, men so fekk eg oljutrýstsnellur í bátin, tvær til hvønn mannin og tá stóð ikki á at fáa fólk. Einaferð minnist eg í várróðrinum, at vit vóru tíggju dagar á rað úti. Eg hevði leingi ein motor í bátinum, sum bara hevði ein sylindara, hann slerdi so hart, stoyturin var so harður gjøgnum bátin. Hann hevði verið munandi behagiligari, um hann hevði havt tríggjar sylindarar. Tað hevur verið ein fyrimunur, at vera smiðjumaður, tá ein hevur bát, tí dýrt er at keypa umvælingar frá smiðjuni.

Um mítt lív kann eg siga, at eg eri uppvaksin á Meka. Havi næstan einki verið til skips og hvar eg havi verið er skjótt at nevna. Ein túr við trolaranum Hjørdis og ein við Ólav Halga og tað lívið dámdi mær einki. Eg var eisini sjey ár í Føroyingahavnini í seksti árunum sum smiður. Tað var ein góð og gevandi tíð. 

    -Eg møtti konuni Bergtóru sum ungur. Eg haldi, at vit møttust á einum ungdómsmøti og aftaná møtini plagdi ungdómurin at ganga túr og har rann saman millum okkum. Hon doyði í 2003 og eg havi verið leingi einsamallur. 

    -Vit fingu trý børn og vit eiga níggju langabbabørn. Og nú stóð fast, vit eiga fimm ella sjey barnabørn, eg minnist ikki heilt, árini, tú veit, sigur Sámal smílandi. Uttanfyri á gongini gongur systir Sámals,sum er nøkur ár yngri enn hann. Tey heilsast og hann fylgir mær heilt út til úthurðina, har vit siga farvæl. Hann er upplívgaður av vitjanini og hevur gloymt roulatorin eftir á kamarinum.