Skriva út

Sámal Júst Ziska Dahl

Sámal Júst Ziska Dahl
organistur
Hvannasunds kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Sámal Júst hevur hildið nógv til á Viðareiði seinastu árini og tað var tí, at hann varð biðin at spæla í kirkjuni í Hvannasundi. Sámal Júst er føddur 2 desember í 1932 og hann byrjaði sum heilt ungur at spæla orgul.

-Eg byrjaði at spæla orgul sum smádrongur. Organisturin í kirkjuni kom nógv inn til okkum og hann lovaði mær at spæla. Eisini lærdi eg at spæla á læraraskúlanum og tá hevði eg longu hylling á orgulspælinum, hóast ein lærir so leingi ein livir, sigur Sámal Júst Ziska Dahl.

-Eg spæli ikki longur í Hvannasunds kirkju. Eg gavst, tá íð eg fylti 80. Eg eri føddur í Klaksvík og eg havi eisini loyst av sum organistur í kirkjuni har, sigur hann.
 
 -Eg havi verið lærari alt lívið og var útbúgvin lærari í 1957. Eg fór frá vegna aldur fyri 20 árum síðani. Hjá okkum var tað soleiðis, at tað kom ikki uppá tal tal, at eg slapp til skips. Pápi fórst undir krígnum og so var tað evnið útdebaterað. Mamma segði korta nei, eg skuldi ikki til skips. Eg fór niður á Haslev Seminarium og tók prógv har, sigur hann.
 
Konan, Astrid Elisabeth Lydersen er ættað av Viðareiði. Vit møttust í Klaksvík. Vit eiga trý børn og níggju barnabørn, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.