Skriva út

Sámal Andreas Weihe

Sámal Andreas Weihe
organistur
Sørvágs kirkja

Sámal Andreas Weihe er urguleikari í Sørvágs kirkju og býr í Havn. Hann er sørvingur og millum sørvingar verður hann kallaður Diaba. Hann hevur verið hugtikin av alskyns ljóðførum, síðan hann var ungur.

- Eg eri føddur tann 11. mai 1942 í Sørvági. Havi altíð verið hugtikin av instrumentum. Seinast í hálvtrýssunum fingu vit eitt harmonium í húsið. Sámal við Gil, ið tá sigldi sum kokkur við Hólmi, keypti tað í Esbjerg. Tað kostaði 300 kr, sigur Sámal Andreas Weihe.

- Eg gekk tá í preliminerskúla í Vestmanna. Har lærdi eg nógv um orgulspæl av Louis Johannesen, einum øðrum næmingi. Hann var hugtikin av Bach og Handel og ikki minst av Laub. Eg haldi fyrstu ferð, eg spældi “alment”, var til jarðarferðina hjá Frants í Gásadali, har eg var vikarur skúlaárið 62-63. Jarðarferðina hjá Frants minnist eg væl. Fitt av fólki var komið niðan í Dalin, til gongu ella við báti. Áðrenn sjálva jarðarferðina stóðu tey øll í túninum og sungu “Den signede dag med fryd vi se,” so tað ljóðaði aftur í fjøllunum. Hesin sálmur var hansara yndissálmur, sigur hann.

- Seinni, sum lærari, var eg niðri á Danmarks Lærerhøjskole eitt ár, og hevði tá urguspæl hjá Carl Riess við Marmorkirkjuna í Keypmannahavn. Hann kendi fleiri føroyingar. Eg hevði urguspæl hjá Oddvør Johansen á læraraskúlanum, og tá íð hon fór niður , spældi eg nøkur ár í Havnar kirkju. Eina tíð spældi eg í Hósvík og annars havi eg nú í nógv ár spælt í Sørvágs kirkju, sigur hann.

-Eg var giftur við Maritu, fødd Johannesen. Hon doyði í 2005, bert 56 ára gomul. Vit eiga børnini Katrin, sum hevur búð í Ísrael í nøkur og tríati ár og Heina, sum býr í Havn. Abbabørnini eru fimm í tali og langbarnabørnini fýra í dali. Konan var útbúgvin arkitektur og var við til at stovna Arkitektar 99, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.