Skriva út

Rúni Lisberg

Rúni Lisberg
deknur
Sumbiar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Rúni er ein av teimum nýggju deknunum í Sumbiar kirkju. Hann byrjaði í 2021. Rúni er sumbingur, uppvaksin í bygdini og hevur altíð verið ein partur av kirkjuni. Hann er føddur 20. november 1965.

-Tað er rættuliga tilvildarligt, at eg eri vorðin deknur. Hetta komst av, at beiggi mín, Dánjal Johan gjørdist sjúkur. Hann hevði verið deknur. Kona hansara, Emma, sum eisini er virkin í kirkjuni spurdi, meðan tey riggaðu kirkjuna til jólagudstænastuna um nakar vildi vera deknur. Eg hoyrdi hana ikki rættuliga og helt, at hon spurdi um nakar vildi hjálpa henni at tendra ljós og eg meldaði meg beinanvegin. Hetta var upp undir jól. Hon spurdi um er veruliga vildi og eg segði ja. Tástaðni gekk tað upp fyri mær, at hon spurdi, um eg vildi vera deknur og nú var ongin vegur aftur. Ikki tí hetta er ikki nøkur stór byrða, vit eru seks deknar sum skiftast. Eg læs lestur fyrstu fer annan mei í ár, sigur Rúni Lisberg.

-Eg fór sum ungur til skips. Eg havi eisini arbeitt nógv á landi, fingist við spreingiarbeiði hjá byggifelagnum MT Højgaard í Føroyum, Grønlandi og á Sri Lanka. Síðan 2015 havi eg verið dekkari á Smyrli.

-Eg búgvi í Sumba. Fáist við seyð og rógvi út. Og mær dámar væl felagsarbeiði. Eg eri við í kórinum og har er sanniliga góður felagsskapur. Kórið munar væl undir gudstænastuni, tá tað er við, sigur hann.

Rúni er giftur við Katrinu Heinesen úr Ljósáum. Tey eiga ongi børn saman, men hon eigur fýra dreingir frá fyrri giftu og hann eigur tvey børn saman við fyrru konuni, Katrin.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.