Skriva út

Roy Albertson Róin

Roy Albertson Róin
klokkari
Fuglafjarðar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Roy er lutfallsliga nýggjur klokkari í Fuglafjarðar kirkju. Hann er føddur 3. desember 1970.

-Eg varð klokkari í 2016. Eg varð spurdur og segði ja beinanvegin. Eg eri kirkjugangari og tað fellur mær natúrligt at vera tænari eisini. Jóhan Beder gavst sum klokkari og eg tók við, sigur Roy Albertson Róin.

-Hetta snýr seg um uppmøting og at geva aftur til lokalsamfelagið, eg eri heimamaður, sigur hann.

-Vit eru tríggir klokkarar og fýra deknar og klokkararnir hava eina viku í part, sigur hann.

Roy er giftur við Súsannu Kallsoy og tey eiga trý vaksin børn, tvey barnabørn og triðja er á veg.

-Eg lærdi hjá JT Jóannes Thomsen. Síðan 2008 átta havi eg verið á fabrikkini sum goymslumaður. Eg havi altíð arbeitt í Fuglafirði og tað longsta eg havi verið burtur arbeiðsmessiga er í Gøtudali.

-Eg havi áhuga í seyði. Vit eiga 30 seyðir í Fjalli, Skarðhaga og í Klemmuni. Mær dámar væl at fáast við seyð, tað gevur mær gleði og ikki minst mat, sigur hann.

-Arbeiðið á fabrikkini eru spennandi. Eg havi heitið goymsluleiðari og tað er nógv broytt síðan fabrikkin byrjaði. Alt er vorðið automatiserað í dag. Fabrikkin, sum Havsbrún verður nevnd millum fuglfirðingar, er eitt støðugt og trygt arbeiðspláss, sum allatíðina er í menning, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.