Skriva út

Rói Spange Larsen

Rói Spange Larsen
tøkningur
Sandvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Rói Spange Larsen er sandvíkingur og navnið Spange er danskt og stavar frá pápanum. Pápin er hálvur danskari. Róði er føddur 20. februar í 1999.

-Eg eri uppvaksin í Sandvík og vit búgva øll familjan í sama húsi. Eg eri liðugur á handilsskúlanum og akkurát nú eri eg stuðul hjá einum næmingi í Hvalbiar skúla.

-Tað riggar fínt at passa sálmasangin í kirkjuni. Símin Berg leggur mær lag á og tað er nokk so fitt at seta seg inn í við ljóðtøkni. Men stuðulsarbeiði í skúlanum tekur ikki so langa tíð, so eg havi stundir hetta. Eg haldi sjálvur, at tað liggur væl fyri hjá mær við teldum. Eg gekk til KT kunningartøkni á handilsskúlanum og tað kemur mær væl við í dag.

Rói var út fyri eini ógvusligari hending í mai í 2021. Eldur kom í heim teirra í Sandvík.

-Eg var einsamallur inni, tá íð tað hendi. Eg hoyrdi brak og sá at eldur var í. Eg leyp út og ringdi til 112 eftir hjálp. Eg eri ein rættuliga róligur persónur og haldi ikki, at eg var ógvusliga skelkaður, hóast tað sjálvsagt ávirkaði meg. Nú búgva vit í húsunum hjá langommuni í Sandvík, sigur hann.

-Eg trívist í Sandvík og dámi bygdarlívið og eg eri einsamallur og kann passa meg sjálvan, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.