Skriva út

Rógvi Egilstoft

Rógvi Egilstoft
deknur
Sandavágs kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Rógvi er kvívíkingur, men tað eru nógv ár síðan hann flutti úr heimbygdini og vestur í Vágar. Og í Vágum hevur hann verið í samfull 20 ár deknur í Miðvágskirkju og deknur í Sandavágskirkju í mong ár. Rógvi er føddur 11. desember 1937.

-Eg havi verið deknur í Miðvágs kirkju í 20 ár. Eg kom til Miðvágs í 1961, eg hevði fingið starv sum lærari á Giljanesi og kom skjótt inn í kirkjuarbeiði. Eg møtti konuni, sum er slektað úr Sandavági og fyrstu tíðina búðu vit í Miðvági. Men konan átti nógva jørð í Sandavági og tað gjørdist eitt sindur tvørligt at búgva í Miðvági og ansa eftir seyði í Sandavági, vit avgjørdu at flyta. Tað er lættari, tá tú er á staðnum.

-Eg eri bara av og á deknur í Sandavágs kirkju. Eg eri eitt tiltak hjá hinum trimum deknunum, sigur Rógvi Egilstoft.

Rógvi er ættaður úr Kvívík. Hann er lærari og hevur slitið barnaskógvarnar Norðui í Stovu í Kvívík.

-Eg átti sjey brøður, sum allir sigldu. Tað var slett ikki eg at fara til skips. Eg fór niður á Hasle Seminarium at lesa til lærara. Eg minnist at eg hevði nakrar næmingar í tónleiki, sum vóru ótrúliga musikalskir. So gangligur musikkskúlin er, so haldi eg, at hann føðir ov fáar organistar. Sum útbúgvin lærari søkti eg lærarastarv í Funningi, men fekk starv á Giljanesi. Eg minnist fyrstu tíðina í Vágum. Mær longdist aftur til Kvívíkar, eri heimkærur og pápi mín kom onkuntið við bát eftir mær.

-Konan Ása er út Sandavági og vit eiga fimm børn og 15 barnabørn. Genturnar hjá okkum eru allar giftar her í bygdini, vit eru umringaði av barnabørnum og tað er lívsjáttandi.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.