Skriva út

Richard á Hólum

Richard á Hólum
klokkari
Sandvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Kirkjan í Sandvík hevur klokkarar og hon hevur eisini eykaklokkarar eins og hon hevði, tá ið hon var andaligi heimstaðurin á Tvøroyri, áðrenn hon varð flutt norður til Sandvíkar fyrst í seinastu øld. Ein av klokkarunum eitur Richard á Hólum. Hann er sandvíkingur og býr í Sandvík. Richard er føddur 4. mai 1960.

-Eg hitti hann á sambýlinum í Hvalba, har hann er og vitjar mammuna, sum eisini hevur verið kirkjutænari í Sandvík. Hon var organistur.

-Tað eru trý ár síðani eg byrjaði at lesa í kirkjuni. Eg bleiv spurdur og segði ja. Har var einki ivamál, vildi við gleði gera hesa tænastu. Eg var altíð í kirkju við mammu, tá ið eg var barn. Hon spældi orgul, sigur Richard á Hólum.

-Tað er áhugavert starv at vera klokkari. Vit ringja til vanliga gudstænastu og tá ið jarðarferð er, sláa vit sløg heilt frá tí kistan fer úr kirkjuni og til tey fara inn í kirkjugarðin. Man sær kirkjugarðin úr torninum. Hetta ljóðar sum eitt sorgarlag og lívligari er til vanligar gudstænastur, tá klokkuljóðið ljómar.

-Eg haldi, at vit hava stóra virðing fyri kirkjuni í Sandvík og kirkjan verður so leingi fólk er í bygdini. Eg haldi, at vit eiga eina livandi kirkju og kirkjuráðið er óført at skipa fyri.

-Eg havi verið í samfull 28 ár á Akstovuni, og eri tann á hesum stovni, sum havi longsta starvsaldur í dag. Eg havi ferðast øll árini millum Suðuroy og Havnina. Vanliga eri eg tveir dagar norðanfyri og tveir dagar í Suðuroy og starvið hevur ført meg runt allar Føroyar, enntá á útoyggj at sýna bilar.

-Eg lærdi til bilmekanikara hjá Clemens Hofgaard, sála, á Tvøroyri. Og síðan havi eg arbeitt við, at akfør í Føroyum lúka treytirnar. Bilparkin í Føroyum er í góðum standi í dag.

Richard eigur 10 gyllin í jørð og hann dugir ikki at fyristilla sær eitt lív uttan veðrar. Mín frítíð fer til jørðina. Eg fór ikki til skips, hugurin var kanska ikki har og mamma dámdi tað lítið, tí hon hevði mist so nógv av sínum kæru á sjónum.

Richard er giftur við Vónbjørt, hon er úr Nólsoy. Hon eigur ein vaksnan son, sum býr niðri.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.