Skriva út

Rene Hansen

Rene Hansen
klokkari
Nólsoyar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

“Lívið gerst betri og betri“, orðini eigur Rene Hansen, klokkari í Nólsoyar kirkju. Hann er føddur 9. februar 1973. Rene er nólsoyingur, hann er tvillingur, enntá á eineggjaður og hann er klokkari í kirkjuni. Nakað soleiðis sær hann seg sjálvan í hesi rekkjufylgjuni og so er hann sølumaður og tað er tað hann livir av.

-Vit eru eineggjaðir tvillingar. Mamma ætlaði at vit skuldu eita Rene og Remi, men prestur segði nei. Hin tvíburðurin eitur Finn. Mamma vildi, at vit skuldu ganga í líka klæðum, tað dámdi okkum illa. Vit hava ansað væl eftir hvørjum øðrum. Men nógv broyttist, tá ið vit vuksu til, konur komu í millum og lívið sum heild, men vit eru framvegis knýttir, sigur Rene Hansen.

-Eg arbeiði sum sølumaður hjá Damfar. Men eg ætlaði at ganga tónleikavegin og tað geri eg eisini partvíst. Eg fór á musikkkonservatorii og tók bachelor. Eg eri kórleiðari og havi eitt kvinnukór. Tað eru góðar tónleikakreftir í Nólsoy. Eg arbeiði saman við Hilmar Joensen og Jógvan Thomsen. Vit syngja í kirkjuni og hava bæði manskór og kvinnu kór og onkuntíð seta við kórini saman.

-Mítt stóra frítíðarítriv eru seyður og seyðahundar. Eg eri røktingarmaður í Heimari Helvt og eg havi verið røktingarmaður í yvir 20 ár nú. Eg fekk mær seyðahund beinanvegin og havi stóra frægd av at venja seyðahundar. Eg havi verið nógv uttanlands á skeiði í hundavenjing.

Rene eigur tríggjar døtur og ein son og hann eigur eisini barnabørn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.