Skriva út

Rannvá Andreassen

Rannvá Andreassen
organistur
Kunoyar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Rannvá Andreassen er úr Kunoy og byrjaði í triðja flokki í fólkaskúlanum at læra at spæla orgul. Hetta gjørdi hon saman við Unu Michaelsen og tær eru báðar í dag organistar. Og hetta er úrslitið av ótroyttiliga arbeiðinum hjá orgullæraranum Jóhannu Johannesen, sum hevur klakt nógvar organistar í Norðoyggjum. Rannvá er fødd 13. august 2002.

-Eg gekk í skúla í Kunoy og í Klaksvík, tveir dagar um vikuna í Klaksvík og tá vandi eg orgulspæl í Christianskirkjuni. Fyrsti sangurin eg spældi í kirkju var “Føgur er foldin”, tá var eg níggju ára gomul, sigur Rannvá Andreassen.

-Tá eg var 15 spældi eg mína fyrstu gudstænastu saman við Unu Michelsen. Í dag spæli eg einsamøll heilar gudstænastur, sigur hon.

-Í seinastuni havi eg avloyst fyri Snorra Brend í Viðareiðis kirkju. Eg tími væl at spæla orgul, eg eri ikki fastur organistur nakrastaðni, men fari, tá boð eru eftir mær, sigur hon.

Eg havi arbeitt á Tavuni í Leirvík og í FK í Klaksvík og nú ætli eg mær at søkja inn á HF í summar. Hvat hendir aftaná HF veit eg ikki, men eg fari heilt víst at útbúgva meg til okkurt. Og eg rokni heilt avgjørt við, at eg fari at halda meg framat til at spæla í kirkju onkunstaðni, um eg sleppi, mær dámar stak væl orgulspæl, sigur hon.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.