Skriva út

Randi Dam

Randi Dam
deknur
Funningur

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Randi er úr Funningi og er gift Dam. Og hon hevði slett ikki hugsað sær, at hon einaferð skuldi gerast deknur í Funnings kirkju. Randi er fødd 29. desember 1957.

-Sámal Petersen spurdi meg, um eg vildi vera deknur og eg segði nei. Hetta var nýggjársdag ár 2000. Eg dugdi ikki at fyristill mær, at eg skuldi standa sum deknur. Eg hugsaði eitt sindur um áheitanina og so endaði tað við, at eg segði ja. Eg segði við Sámal, at vit kundu prøva og tað er longu nú vorðið til mong ár, sigur Randi Dam.

-Eg haldi ikki, at eg hevði blivið deknur, uttan so at eg varð gott og grundiga yvirtalað. Og eg havi altíð verið trúgvandi og mær dámar at gera eina tænastu fyri kirkjuna og havi tað ikki soleiðis, at eg kenni meg meira enn nakar annar í kirkjuhøpi, sigur hon.

-Vit eru tveir deknar, og vit takan ein mána hvør. Tað hevði verið for bundisligt, um eg var einsamøll. Eg eri eisini í kirkju, um eg ikki lesi, sigur hon.

-At velja lestrar er persónligt. Eg eri meira til lættar lestrar. Mær dámar væl eitt nú teir hjá Mylnhamar, eg kenni, at teir eru lættir og beinleiðis til okkum. Dahl er góður, men er frá eini aðrari tíð. Maria Eide hevur savnað lestrar, teir eru væl umtóktir her í bygdini, serliga tí hon var lærarinna í bygdini, sigur hon.

-Vit eru so fá fólk í Funningi i dag, millum 50-60 fólk í meðal. Ein vanligan sunnudagi eru millum 10-15 fólk í kirkju og meira til høgtíðir.

-Eg fór av bygdini til Havnar, tá íð eg var 13 ár og eg flutti heim aftur, tá íð eg var 30 ár. Eg eri glað fyri, at vit fluttu heim aftur. Vit stóð á bíðilista í Havn, men har hendi einki. Síðan tóku vit málið í egnar hendur og fingu grundstykkið í Funningi og her hava vit trivist, eg, maðurin og okkara trý børn, sigur hon.

Umframt at vera deknur vaskar og heldur Randi kirkjuna saman við organistinum Hansy.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.