Skriva út

Ragnhild Mørkøre

Ragnhild Mørkøre
deknur
Hósvíkar kirkja
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Ragnhild Mørkøre er ættað av Strondum og nærri roknað Við Sjógv á Strondum. Sum ung fór hon til Havnar og í skrivstovulæru hjá Kartna Winther, heilsølumanni og har møtti hon manninum, hósvíkinginum Jógvan Mørkøre. Tey fluttu í 1979 til Hósvíkar at búgva. 

    -Eg havi verið deknur í Hósvík í nøkur ár. Tað manglaði deknur í Hósvík og kirkjuráðs- formaðurin, Asmund Olsen, heitti á meg. Hetta var fyrst í seinasta ártíggjunum í farnu øld. Eg ivaðist, men segði ja. Eg var øgiliga nervøs í fyrstuni, men tá ið eg var komin í gongd, var tað okey. Eg var ikki von við, at standa framman fyri eini fjøld. 

    -Eg eri av eini kirkjutænaraætt á Strondum. Okkara heim er granni við kirkjuna og lykilin til hesa hevur verið hjá okkum í óminniligar tíðir, eisini frá húsum á somu grund, sum ikki eru til longur. Abbi var klokkari og pápi var klokkari og lykilin hekk hjá okkum. Og hjá okkum var tað soleiðis, at fór man ikki í kirkju sunnudag, varð lestur lisin heima. Eg flutti av Strondum í 1975 og havi ikki búð aftur har. 

    -Mær dámdi væl, beinan vegin eg flutti til Hósvíkar. Hetta var ein spennandi tíð fyri okkum. Vit fluttu í nýggj hús. Tá var ikki so nógv bygt, sum nú. Eg var væl móttikin, kendi meg ikki fremmandan. Men man má gera nakað sjálv, tá man flytur til eitt nýtt stað. Fólk koma ikki bara leypandi til tin. 

    -Eg læs í nøkur ár í kirkjuni, men so bleiv tað so nógv í lívinum hjá okkum, at eg gavst.
Ragnhild og Jógvan eiga trý børn, tvær gentur og ein son og tey hava fingið átta barnabørn. Ragnhild hevur seinastu tíggju árini arbeitt á skrivstovuni hjá Sunda Kommunu og áðrenn tað hevði hon 25 ára starvsdag á skrivstovuni í táverandi Hósvíkar kommunu.