Skriva út

Ragnar Hentze

Ragnar Hentze
klokkari
Argja kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Ragnar er heilur sandoyingur og hann vaks upp hjá ommuni, tí at foreldrini fluttu til Havnar og síðan út á Argir. Hann er tó føddur á Argjum. Ragnar er føddur 19 desember 1945.

-Øll, sum eita Hentze, stava frá Hentze presti á Sandi. Eg bleiv klokkari í Argja kirkju, tá íð eg var fluttur her og vit vóru tríggir, sum skiftust, sigur Ragnar Hentze.

-Eg havi verið sjómaður alt mítt lív og byrjaði at rógva út í 2001. Fyrsta túrin var eg messudrongur við toftatrolaranum “Havborgini”. Í dag drívi eg ein 32 fóts glasfiburbát. Hetta er tann seinasti, sum varð bygdur í Kaldbak.

-Nú er tað bara snella. Eg var á Norðhavinum í vár, tað var gott fiskarí, men tað viðraði illa. Eg havi verið á Norðhavinum í nógv ár og tað hava sjálvandi verið misjøvn ár. Og tá íð eg eri á Norðhavinum, er báturin staddur norðanfyri, meðan hesin róður gongur fyri seg, tað er lagaligast,  sigur Ragnar Hentze.

-Eg eri uppvaksin í kirkjuni. Pápi var við til at byggja kirkjuna og hann hevur eisini evnað til sluppina, sum hongur í Argja kirkju. Vit hava eina deiliga kirkju.

Ragnar er giftur við Anitu. Hon er úr Skopun. Tey eina tvær døtur og tær hava givið teimum seks barnabørn, tríggjar dreingir og tríggjar gentir.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.