Skriva út

Ragnar Groth Mortensen

Ragnar Groth Mortensen
deknur
Bønhúsið í Ørðavík

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Ragnar Groth Mortensen er ørvingur og búsitandi á Tvøroyri, men hann er framvegis deknur í bønhúsinum í Øravík, tá íð boð eru eftir honum. Í Øravík lesur deknurin ikki lestur, einans inngangs og útgangsbøn. Fyrr var tað soleiðis, at deknagudstænasta varð hildin í Øravík, men soleiðis hevur ikki verið seinastu árini. Tað liggur tó ikki longur afturi, enn at Ragnar minnist tað. Ragnar er føddur tann 8. januar 1984.

-Eg havi verið deknur síðan aldarskiftið og eg var 18 ár, tá ið eg byrjaði sum deknur. Mamma hevur verið álitið í bønhúsinum, men hon var so upptikin av sunnudagsskúlanum og heitt var á meg. Og eg hevði ongar beteinkiligheitir við at gerast deknur. Eg havi ikki trupulleikar at standa fram.

-Bønhúsið er ein partur av mínum lívi. Kanska er tað ikki rætt, at vit ikki hava deknagudstænastu, kanska skuldu vit farið undir tað. Sum er nú, er einans gudstænasta, tá ið prestur er. Eg eri ørvingur og her var gott at vaksa upp.

Ragnar er útróðrarmaður. Hann hevur skiparapappírir og hevur verið til skips, eitt nú siglt við norðmonnum, men hann fellur altíð aftur á útróðurin. Hann hevur ein 42 føtur langan Gáski bát.

-At vera útróðrarmaður er eitt virus, sum tú ikki sleppur av aftur við. Mær dámar væl at bestemma og trívist væl einsamallur. Eg endi altíð aftur umborð á bátinum. Men tað er vánaligt fiskarí fyri tíðina. Teir stóru línubátarnir eru nógv á okkara leiðum. Vit eru for nógvir um for litið. Seinastu tíðina hava vit fiska brosmu og longu. Línan verður rakt í landi á Tvøroyri.

Ragnar er giftur við Sirið Hansen, hon er ættað úr Porkeri og er dagrøktarmamma. Tey eiga drong og gentu, tey eru eitt og fýra ár og tey búgva í einum gomlum húsum á Tvøroyri, sum tey hava keypt.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.