Skriva út

Ragnar Dalsá

Ragnar Dalsá
klokkari
Húsa kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Ragnar Dalsá hevur avloyst sum klokkari í Húsa kirkju. Hann hevur seinastu árini búð í Leirvík. Ragnar er føddur 5. oktober 1993.

-Hjørleif Syderbø og Sólarn Isaksen vóru burturstaddir. Teir vóru báðir klokkarar. Teir ringdu eftir mær og eg avloysti. Eg búði í Leirvík tá og tað geri eg enn, sigur Ragnar Dalsá.

-Børnini á Húsum eru altið sloppin uppí, tá íð tað snýr seg um kirkjugongd og teimum er víst ábyrgd, heilt frá tí tey eru heilt smá. Eg hugsi um, at børnini sleppa at royna seg sum kirkjutænarar, eitt nú til høgtíðir. Børn sleppa at lesa og tey sleppa eisini at royna seg í torninum. Soleiðis hevur tað verið alla mína tíð, sigur hann.

Eg hitti Ragnar á veg út til Svínoyar í mars 2021. Hann hevur seinastu árini arbeitt við at ala rognkelsi í Svínoy og nú fer hann at ganga aðrar leiðir.

-Eg fari at koyra kranabil. Fari fyrst á skeið og síðan innan hesa vinnu. Eg havi arbeitt við rognkelsum eina tíð og nú vil eg royna nakað nýtt.

-Eg havi eisini áhuga fyri seyði og eri røktingarmaður á vestursíðuni á Kalsoynni. Í Líðini og Leitið, sum vit siga. Har eru 196 áseyðir. Har er hampuliga góður seyður. Vit geva ikki um veturin og eru ringir kavavetrar, hevur seyðurin tað ikki gott. Um summarið kann turkur gerast ein trupulleiki. Vit hava 18 ból, sum vit halda væl og sópasoleiðis at seyðurin hevur møguleika at kroka um veturin. Talan er um ein ognarhaga og har er feli. Ongin kenningarseyður, allir eiga alt, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.