Skriva út

Poula Thomsen

Poula Thomsen
deknur
Hvalba

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Poula Thomsen er hvalbingur og hevur altíð búð í Hvalba, burtursæð frá lestrarárunum, har hon tók Hf og pedagogútbúgvingina í Danmark og hevði nøkur góð ár á Oyrasundskollegiinum. Poula er fødd tann 2. mai í 1976.

-Eg eri akkurát byrja sum deknur og høvuðskvalifikatiónin er helst tann, at eg gangi í kirkju. Eg segði ja, beinanvegin, men treytaði mær, at eg slapp at hugsa meg um. Eg valdi at royna, um mær dámdi hetta og vildi ikki binda meg heilt. Men mær dámar. Eg var eitt sindur nervøs fyrsta dagin. Hvítusunna var og tá vóru nógvar gudstænastur og eg fekk meg royndan.

-Sum deknur havi eg ymiskar uppgávur. Eg tendri ljósini og syrgi fyri at seta sálmanummrini í talvurnar og síðan lesi eg tað, sum áliggur mær at lesa. Sum vanligur kirkjugangari slappi eg av í kirkjuni og taki í móti. Tá ið eg eri deknur, havi eg ábyrgd. Eg fyrireiki meg eisini væl framman unda. Eg lesi lestrarnar fleiri ferðir, eg vil kenna meg tryggan, tá eg komi í kirkju sum deknur.

-Maður mín er úr Froðba. Hann vildi sleppa at búgva í Hvalba. Vit búðu á Eiði í eitt ár, har var bíligari at búgva, enn í Havn og síðan fluttu vit til Hvalbiar. Vit eiga fimm børn og eg arbeiði sum pedagogur í Trongisvági.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.