Skriva út

Poul Sivar Olsen

Poul Sivar Olsen
deknur
Svínoyar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Poul Sivar hevur verið deknur í Hvannasunds kirkju, har hann flutti, tá hann giftist sum vaksin, men hann er eisini deknur í heimbygdini Svínoy og hann er virkin í bygdini í dag. Poul Sivar er føddur 8. juni 1955.

-Eg standi ikki skrivaður sum deknur í Svínoyar kirkju, men avloysi, tá íð brúk er fyri tí. Bæði foreldur míni vóru úr Svínoy og eg var vaksin maður, áðrenn eg flutti av oynni. Og nú í seinnu helvt av lívinum hevur heimbygdin aftur fingið rættuliga stóran týdning fyri meg. Eg eri rættuliga nógv í Svínoy, haldi til í barndómsheiminum og ansi eftir seyðinum. Vit eiga 15 ær. Tað eru tíðarskeið, har eg ferðist í millum og so búgvi eg eisini í heimbygdini. Tað ber til at fara út um morgunin og inn aftur seinnapartar, sigur Poul Sivar Olsen.

-Nú eru so fá fólk eftir í Svínoy um veturin, at tað er ikki gudstænasta hvønn sunnudag, sigur hann.

-Í mínum barnaárum var gudstænasta hvønn einasta sunnudag. Hetta hevur fylgt mær síðani. Um eg ikki eri í kirkju sunnudag, manglar nakað.

-Svínoy er eisini ein sorgarsøga bara í mínari tíð. Tá íð eg var føddur, vóru 170 fólk í Svínoy, undir krígnum var talið heilt uppi á 250 fólkum. Í dag eru 15 fastbúgvandi. Stórur partur av fólkinum flutti til Klaksvíkar, sigur Poul Sivar Olsen.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.