Skriva út

Poul Sivar Olsen

Poul Sivar Olsen
degnur
Hvannasunds kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Poul sivar er svínoyingur og starvsleiðin sum deknum byrjaði longu í Svínoy. Seinni giftist hann til Hvannasunds og har hevur hann eisini verið deknur og er tað enn. Poul Sivar er føddur 8. juni 1955.

-Mær hevur altíð dámt væl at vera í kirkju, eisini tá íð eg var smádrongur. Mammubeiggi mín var deknur í Svínoy og eg fylgdist við honum. Og tað var okkurt við gudstænastuni, sum hugtók meg longu sum barn. Eg lærdi allar bønirnar uttanat og eg plagdi at spæla, at eg var deknur og so læs eg bønirnar, og kanska hermdi eg eftir vaksna dekninum, sigur Poul Sivar Olsen.

-Eg eri giftur í Hvannasundi og tá í Absalon í Bug doyði, gjørdist eg fast deknur í Hvannasunds kirkju, áðrenn hevði eg verið avloysari.  Í 2013 var eg so óheppin at fáa ein blóðtøpp í heilan og kundi lítið aftaná tað. Eg mátti gevast við arbeiðinum og dugdi heldur ikki í kirkjuni. Tað var alvorsligt. Men eg eri takka Gudi komin meg heilt væl. Eg havi flutt meg frá at sita í koyristóli og til at ganga sjálvur aftur, men enn eri eg merktur av tilburðinum. Eg kann enn ikki eta við gaffil og knív.  Fínmotorikkurin er farin, men eg eri glaður fyri tað eg havi, tað snýr seg um at góðtaka støðuna, sigur hann.

-Eg eri framvegis deknur. Eg havi verið sjómaður alt mítt lív. Við línubátum og trolara og seinastu árini eg sigldi, áðrenn eg gjørdist sjúkur, var eg við strandfaraskipinum Rituni.

Konan Sigbjørt er úr Frammistovu í Hvannansundi. Vit eiga trý børn og tvey barnabørn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.