Skriva út

Poul Johannus Johannesen

Poul Johannus Johannesen
deknur
Gjáar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Poul Johannes Johannesen er maðurin, sum ungir gjáarmenn minnast sum deknurin í teirra uppvøkstri og hann er virkin enn. Poul Johannus er pensioneraður lærari og hann hevur verið lærari alt sítt virkna lív og alla aðrastaðni enn í heimbygdini við Gjógv. Poul Johannes er føddur í 1941.

-Eg plagdi at loysa Svend Joesen av sum deknur og soleiðis byrjaði tænastan hjá mær í kirkjuni. Eg havi verið deknur seinastu 30 árini og verið fast deknur síðan ár 2000. Svend gjørdist sjúkur og fekk ringa lagnu, heili sjey ár á sjúkrahúsið, áðrenn hann andaðist, sigur Poul Johannus og hann er komin í aldurin, at hann er farin at samanlíkna tíðina fyrr við nútíðina.

-Tá ið eg var føddur, vóru 281 fólk í bygdini. Tá vóru fólk í hvørjum húsi.´og fólkatalið lá fast. Nú eru vit 20 fólk um veturin. Eg havi verið lærari aðrastaðni enn í bygdini og heimkærur havi eg altíð verið. Tá eg havi verið heima í feriu, havi eg avloyst í kirkjuni. Soleiðis gjørdi eg í mong ár og tá ið eg flutti fast aftur til bygdina sum pensionistur, gjørdist eg deknur burtur av, tað eru longu nógv ár síðan, sigur Poul Johannus Johannesen.

-Eg veit ikki, eg eri í kirkju allíkavæl og tá kann eg eins væl gera tænastu. Nú eru eyguni farin at bila, eg skal opererasst fyri stær og tá fer Fríðrikka at avloysa meg. Høgra eygað gongur slett ikki og vinstra eyga er vánaligt, men eg rokni við at fáa hjálp, sigur hann.

Poul Johannus tók læraraprógv í 1964 og fekk starv á Strondum, har hann var saman við Christian Høj sum skúlastjóra fram til 1969.

-Frá 1973 var eg lærari í Húsavík og Dali. Eg búði í Húsavík. Her var gott at vera og eg var lærari her í heili 16 ár. Og so nærkaðist eg aftur heimbygdini. Eg gjørdist lærari í Vík og har var eg eisini lærari í 16 ár. Eg hevði bestemma til at koma til Gjáar sum pensionistur og eg flutt til heimbygdina, tá ið eg fór frá sum lærari.

-Her vóru stórar familjur Við Gjógv í mínum uppvøkstri, ikki óvanligt við tíggju børnum. Tað vóru í sínari tíð 70 mans úr bygdini til skips.

Sum pensionistur fæst Poul Johannus eitt sindur við seyð. Hann gevur kraftfóður um várarnar, men bedýrar at hann kennir ikki seyð og er sostatt ikki álitið í nøkrum haga.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.