Skriva út

Poul Jákup Zachariassen

Poul Jákup Zachariassen
deknur
Hvannasunds kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Poul Jákup Zachariassen er fugloyingur og er uppvaksin í Hattarvík. Alt sítt vaksna lív hevur hann búð í Hvannasundi, her hann hevur verið lærari, skúlastjóri og goggufiskari. Poul Jákup er føddur 11. juni 1952.

-Eg avloysti Magnus Høgenni, lærara, sum var deknur og soleiðis byrjaði tað hjá mær. Hetta var í nítiárunum í farnu øld. Magnus hevði verið deknur í eitt mannaminni. Tá ið Magnus fór frá, vóru vit fýra, sum avloystu hann í kirkjuni, sigur Poul Jákup Zachariassen.

-Lærarar eru ofta kirkjutænarar, man kundi ikki siga nei. Tað var nokk soleiðis, at eg bleiv kirkjutænari. Og kanska lá tað slett ikki í kortunum, at eg skuldi gerast lærari. Eg fór í hvussu er sum allir aðrir ungir men til skips, so skjótt eg slapp. Og eg var nøkur ár til skips, áðrenn eg fór á læraraskúla. Og síðan havi eg verið lærari. Eg gjørdist leiðari á Fossánesskúlanum í 1993 og var í hesum starvinum, til eg fór frá. Mítt lívsstarv hevur verið í Hvannasundi og vit hava bygt her. Hóast tað eri eg ofta og vitji heima í Hattarvík.

- Eg havi ongantíð slept sjólívinum heilt. Havi altíð átt bát og nú síðan er eri vorðin pensioneraður, havi eg rikið goggufiskarí sunnanfyri byrgingina og tað heldur meg virknan. Eg eigi ein 28 fót glastrevjabát.

Poul Jákup Zachariassen er giftur við Turið Waag Høgnesen, hon er leiðari á Norðoya Vistaheimi. Tey eiga fýra børn, tvey av hvørjum slag og tey eru ríkaði við fimm barnabørnum.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.