Skriva út

Poul Jákup Thomsen

Poul Jákup Thomsen
deknur & organistur
Dals kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Poul Jákup Thomsen er havnamaður og hevur seinastu mongu árini búð á Skarvanesi. Hann flutti suður í juni 2003, tí hann fekk starv á familjuráðgevingini hjá Heilbrigdið, sum Ingi Mohr, sáli, legði lunnar undir á Skarvanesi. Hendan viðgerð er ikki til longur, hon datt nirður fyri, tá ið Ingi Mohr doyði og Poul Jákup er enn á Skarvanesi, har hann og eingilska konan og tónleikalærarin Claire búgva. Poul Jákup er føddur 12. august 1955.

-Eg havi altið verð kirkjugangari og eg spæli orgul, trompet og violin. Tí havi eg ofta verið í kirkjuni í tónleikarligum høpi. Konan mín er organistur og hon spæli í øllum kirkjum í Sandoynni. Eg havi eisini onkuntíð verið deknur í kirkjuni í Dali.

-Vit búgva á Skarvanesi og sambandið hevur altið verið gott millum Skarvanes og Dal. Tí koma vit eisini í kirkjuna har, eins og vit eru í Húsavík. Og vit búgva í besta sólarplássinum í landinum, her er gott at vera. Hetta er søguligt stað og sagt verður at hetta var seinasta staðið, har katólsku kirkjusiðirnir doyðu út.

Poul Jákup Thomsen er stjóri á Føroya Symfoniorkestur og hetta fer við nógvar tíð. Í løtuni verður eitt stórt kórverk vant í samband við siðaskiftin.

Claire og Poul Jákup eiga tvey børn og eitt barnabarn.

(Samrøðan var gjørd í januar 2017).

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.