Skriva út

Poul Grunnveit

Poul Grunnveit
deknur, organistur og klokkari
Haldórsvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard.

Í øllum bygdum í Føroyum eru álitisfólk. Hetta eru menn og kvinnur, sum fáa litið serliga uppgávur upp í hendurnar, tí ein kann rokna við teimum. Og Poul Grunnveit er ein slíkur álitismaður. Hann hevur mannað trý størv í kirkjuni, organistur, deknur og klokkari. Hann var formaður fyri flakavirkinum í bygdini, øll árini tað var virkið og nú tekst hann við seyð, sum ikki er minni álitisstarv, um tað skal vera gjørt til lítar. Poul Grunnveit er føddur 6. november 1938.

-Eg vildi bara til skips, tá íð eg kom til mans. Fyrsta túrin var eg messudrongur við Saint Jaques úr Vági. Og eg var ringur av sjóverki fyrsta dagin, tá var ringt at vaska upp. Síðan var eg við línubátum, Óli Horn var skipari. Árini 1959-1960 fór eg á skiparaskúla og árið eftir stýrimaður við Eiriki Jalli  úr Kollafirði. Janus í Bindibókini var skipari. Seinni fór eg við Havsøka av Sandi. Sámal Jacbsen var skipari og hetta sambandið gjørdi, at eg kom at vera nótamaður. Seinni gerst Sámal skipari á  nótabátinum Ísborg og har er beiggin Eiler eisini skipari av og á. Eg sigldi eisini við Júst í Túni, sum var ein undangongumaður innan nótavinnu í Føroyum, sigur Poul Grunnveit.

-Seinastu árini var eg skipari á einum svenskum nótabáti. Vit landaðu í Hanstholm. Nótin er eitt sera effektivt veiðiamboð. Menn úr bygdini tóki stig til at fara at gera eitt flakavirkið og har vóru boð eftir mær sum arbeiðsformanni. Eg var formaður alla tíðina virkið var í gongd, ja heilt fram til dagin, virkið varð lagt stilt.

-Eg var ungur, ikki tilkomin fyrstu ferð eg var kirkjutænari, eg havi bæði verið klokkari, deknur og organistur. Nú eri eg einans organistur. Eg eri sjálvlærdur og tað er ringt at fáa organist. Ólavur Hátún, sáli, var organistur her í tvey ár, tá íð hann var lærari her.

-Eg eri giftur við Judy og hon er ættað higani úr bygdini. Vit fingu trý børn, tríggjar gentur. Tað hevur fruktað væl aftaná, tí vit eiga átta barnabørn og 14 langbarnabørn, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.