Skriva út

Poul Adrian Poulsen

Poul Adrian Poulsen
organistur
Argja kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Poul Adrian Poulsen er organistur í Argja kirkju og hann hevur verið organistur í mong ár. Hann er elduvíkingur og hevur spælt í kirkjuni í Elduvík í samfull 40 ár. Poul Adrian hevur sitið við urguna, síðan hann var smádrongur. Poul Andrian er føddur 2. august 1963.

-Eg fór niður at lesa verkfrøði í 1982 og kom heim aftur í 1988. Í hesum tíðarskeiðinum spældi eg til gudstænastur, meðan eg var heima í  ferium.
 
-Eg lærdi at spæla upp á gehør. Men eg var ikki rættuliga nøgdur við tað og vildi sleppa at spæla eftir nótum. Tað havi eg gjørt okkurt við. Nú fái eg undirvísing frá organistinum í Havnar kirkju, Gudmund Mortensen og eg eri eisini farin at ganga fast til kirkjuorgul á Musikkskúlanum, sigur Poul Adrian Poulsen.

Poul Adrian er giftur við Heidi Poulsen. Tey hava adopterað eina dóttir og ein son úr Mombay í India.

-Og tað er stuttligt at eygleiða, at bæði børnini hava stóran áhuga fyri tónleiki. Dótturin spælir violin og sonurin cello. Børn í dag hava heilt aðrar møguleikar við tónleikaundirvísing, enn tá eg var ungur. Og børnini læra sjálvandi alt frá grundini við nótum, sigur hann.

Poul Andrian arbeiðir sum verkfrøðingur á Verkætlanardeildin hjá Tórshavnar kommunu.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.