Skriva út

Pól Sørensen

Pól Sørensen
klokkari
Kirkjan á Kirkju

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Pól er føddur Ólavsøkuaftan tann 28. juli 1950 og hann er uppvaksin á Kirkju. Í dag býr hann í Streymnesi.

-Eg var klokkari á Kirkju í fyrra parti av nítiárunum í farnu øld. Tá var Erland Beder prestur á Viðareiði. Tað hevur ikki verið so nógv at valt í og tí var eg klokkari. Jóanes Christiansen var deknur, sigur Pól Sørensen.

-Í 1973 fór eg í læru. Áðrenn hevði eg verið til skips. Eg hevði verið við línubátinum Sigurdfari og síðan við Stellunum, bæði línubátunum og trolarunum. Eg fór at læra til timburmann hjá Hilmar Dam í Havn. Har var eg fram til 1982, tá ið Hilmar Dam fór á heysin. Síðan fekk eg starv hjá byggifyritøkuni E. Pihl & Søn og var við allatíðina, meðan Hotel Føroyar varð bygt, sigur hann.

-Seinni fór eg at arbeiða í heilsølu. Tað var hjá Kartna Winther. Tórbjørn Sørensen var stjóri og vit vóru systkinnabørn. Eg var har í 15 ár. Eg bygdi í Havn, smíðaði sjálvur húsini í fríðtíðini, tá var eg ungur og raskur.

-Eg var giftur við Hansinu Sørensen. Vit blivu skild. Vit fingu fýra børn saman. Tá íð vit vóru skild, keypti eg eini hús í Streymnesi. Nú búgva øll børnini kring meg, trý í Streymnesi og eitt í Hvalvík, sigur hann.

-Ein hjúnaðarskilnaður, so svárur hann enn kann vera, kann enda gott. Nú býr konan í Hvalvík og vit hava tað øll gott saman í dag, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.