Skriva út

Pól Johannesen

Pól Johannesen
deknur og klokkari
Hvannasund

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Pól Johannesen hevur drúgva starvsleið í harrans víngarði. Hann byrjaði sum klokkari í Hvannasunds kirkju, seinni gjørdist hann deknur og hann hevur eisini arbeitt sum trúboðari. Pól er føddur 7. september 1971.

-Eg gekk á maskinmeistaraskúla í Havn í 1996 og tá var kirkjuráðsval og eg varð valdur í kirkjuráðið í Hvannasundi, tá gjørdist eg deknur saman við øðrum. Eg minnist, at eg var klokkari,tá ið babba doyði í 1990, tá var eg ungur. Vit fluttu til Klaksvíkar í 2001, sigur Pól Johannesen.

-Meðan eg segði beinanvegin ja til at gerast klokkari, var ikki so lætt at siga ja til at gerast deknur, tað var meira ivasamt og eg veit ikki ordiliga hví, í hvussu er eitt annað starv, her skal tú standa fram. Lesturin er hæddarpunktið í eini lestrargudstænastu og tí má ein vera væl fyrireikaður, sigur hann.

-Eg eri giftur við Mathildu Antoniussen og hon er  úr Klaksvík. Eg og Mathilda fóru á bíbliuskúla saman og eftir tað havi eg verið trúboðari í Føroyum. Eg fór ongantíð út at sigla. Eg eri trúboðari út frá KFUM í Klaksvík, har eg samskipi og farið út av vitja fólk. Hetta er eitt kall, sigur hann.

Hóast Pól er sundamaður, so dylir hann ikki fyri, at hann eisini er hellumaður. Mamman kemur av Hellunum og eitur Jonna, og hon hevur verið ein serdeilis virkin kvinna.

Mathilda og Pól eiga trý vaksin børn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.