Skriva út

Pól Fuglø

Pól Fuglø
deknur
Hvannasunds kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Pól Fuglø er ættaður  úr Norddepli og honum dámar best at brúka lokala staðarnavnið fyri bygdina, sum er á Oyruni. “Eg eri av Oyruni ættaður, tað fellur mær best,” letur í honum meðan vit byrja at práta. Pól er føddur 8. august 1961.
 
 -Eg gjørdist deknur í Hvannasunds kirkju í  2016. Eg var eitt sindur bilsin, tá íð eg varð spurdur og eg hugsaði meg væl um, áðrenn eg segði ja. Eg havi einans barnaskúlan og treivst ikki serliga væl í skúlanum. Seinni havi eg fingið at vita, at eg eri orðblindur, sigur Pól Fuglø.

-Eg havi altíð verið trúgvur kirkjugangari, eg føli meg væl í kirkjuni og tað gongur væl at lesa. Eg var nervøsur fyrstu tíðina sum deknur. Men so hugsaði eg,  hetta er ein samkoma og ongin grund er at garta hetta í gjøgnum og síðan gjørdist eg róligari. Eg lesi væl og virðiliga uppá lesturin, áðrenn eg farið í kirkju, sigur hann.

Pól hevur eina landingarfyritøku saman við seks øðrum og teir landa í Norðhavnini í Klaksvík.

-Eg eri eitt sindur av einum fótbóltsidioti. Spæli fótbólt innandurða. Eg haldi ikki, at tað er nakar dystur, har KÍ hevur heimavøll, at eg ikki eri á plenini, sigur hann.

-Eg havi eisini havt stóran áhuga í seyði og havi verið røktingarmaður, men tað geri eg ikki longur.

Konan Ingrid eru úr Klaksvík og tey eiga fimm børn og 11 barnabørn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.