Skriva út

Petur Steingrund

Petur Steingrund
deknur
Skála kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Petur Steingrund hevur verið deknur í Skála kirkju síðan 2017. Hann fekk ein fyrispurning frá Asbjørn Mikkelsen, kirkjuráðsformanni, og segði ja. Petur er føddur 28. juni 1964.

-Eg havi gingið í kirkju frá barnsbeini av á Glyvrum, har eg eri uppvaksin. Síðan fór eg til Havnar at ganga í skúla og tá gjørdist eg knýttur at Vesturkirkjuni. Seinni tók eg hægri lestur í Norra og var eisini virkin í kirkjulívinum har. Í 2004 fluttu eg og konan til Skála, hon er ættað higani. Eg sat í kirkjuráðnum frá 2010-2017, sigur Petur Steingrund.

-Tað er eitt ábyrgdarstarv at vera tænari í kirkjuni. Sum deknur er tað ikki bara nakað tú lirar av tær. Kirkjan skal vera í lagi, sálmarnir verða hongdir upp dagin fyri. Eg velji ein lestur í kirkjuni dagin fyri og taki lestrarbókina við heim og lesi uppá. Eg minni meg á raðfylgjuna í kirkjuni. Sunnudagin møti eg í góðari tíð, farið oman trý korter áðrenn. Kirkjan skal hava tann rætta hitan, eg tendri ljós, altarljósini eisini. Eg skrivi nummrini upp á tvær talvur á loftinum. Sálmarnir skulu passa til tekstin undir gudstænastuni. Lesturin verður ikki góður, um eg ikki havi livað meg inn í gudstænastuna áðrenn, sigur hann.

-Aftaná gudstænastuna verður riggað av. Eg læsi hurðarnar og hyggi kring kirkjuna, um alt er í lagi. Tað ganga minst tríggir effektivir tímar hjá dekninum til hvørja gudstænastu. Eitt nú má tað ikki henda, at fólk koma á stongdar dyr. Onkur møtir 20 minuttir áðrenn gudstænastuna.

Petur er fiskifrøðingur og arbeiðir á Havstovuni. Hann hevur fingurin á pulsinum um hvat hendir við føroysku fiskastovnunum og hevur serligan áhuga í toskastovinum. Petur er giftur við Tórun Weihe Steingrund og tey eiga trý børn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.