Skriva út

Petur Skeel Skarðsá

Petur Skeel Skarðsá
klokkari
Funnings kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Vegurin hjá Petur Skeel Skarsá upp í tornið í Funnings kirkju byrjaði, tá íð hann var heilt ungur. Hann plagdi at hjálpa pápa sínum Jóan Petur Johannesen at ringja. Pápin var bæði klokkari og deknur í nógv ár. Petur Skeel er føddur 3 mai í 1952.

-Eg plagdi at hjálpa pápa mínum at ringja, tá íð eg var heilt ungur. Og 24 oktober 2010 var eg klokkari aftur. Okkara arbeiði niðri í kirkjuni er eitt gudsríkisarbeiði man ger, tað vil eg siga, sigur Petur Skeel Skarðsá.

Sámal hevur verið klokkari leingi og eg avloysti hann. Eg segði ja, beinanvegin er varð spurdur. Eg havi avloyst Sámal og Jóannes bróður, sum klokkari. Tað er ein ábyrgd at vera kirkjutænari. Vit hava ábyrgd av at ljós er inni og hita. Vit ringja klokkan 9 um morgunin sunnudag og síðan í kirkju klokkan 12. Kirkjan er so ísakøld um morgunin og tað hevði nokk ikki gingið at hildið gudstænastu í dag, uttan at ein fløvi var í kirkjuni, sigur hann.

-Eg fór ikki til sjós sum mangir av mínum javnaldrum. Eg fór til Havnar at arbeiða. Tá var einki arbeiði her á leið. Eg arbeiddi hjá E. Pihl og Søn og hjá byggifelagnum Danberg. Tað vóru góð ár í Havn. Eg flutti norður aftur. Seinni keypti húsini á Flótti í Funningi. Hetta var í 1990. Eg giftist við Hansy í 1999 og seinni keyptu vit, konan og eg húsini hjá Fredrik Højsted, sála, sigur hann.

-Eg havi verið røktingarmaður, so langt aftur eg kann minnast. Eg røkti tveir hagar Inni í Haga í Funningsfirði. Seyðurin hevur tað ikki gott, tá íð tað viðrar illa og eg royni at vera tann góði hirðin, sigur hann. Petur hevur verið í starvi hjá FT net síðan kaðalin kom á land í Tjørnuvík í 1994.

-Eg havi verið við til miðvíst kynsbótararbeiði við seyði seinastu mongu árini. Og endamálið er at fáa glarfiti á krovini. Og tað veldst nógv um brundin. Vit hava eitt nú fingið tveir brundar av Trøllanesi, annar gav glarfiti og hin tálgafiti. Okkum tørvar eina felags royndarstøð fyri alt landið, sum samskipar hetta arbeiði. Og síðan kundi alt landið verið royndarøkið. Í okkara haga eru 128 seyðir og allir geva lomb við glarfiti, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.