Skriva út

Petur Petersen Dahl

Petur Petersen Dahl
klokkari
Hoyvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Hjúnini Katrin og Petur Dahl vilja altíð vera sett í samband við Hoyvíkar kirkju. Katrin hevur verið undangongukvinna fyri at fáa kirkjuna bygda og Petur hevur verið við hennara lið. Og Petur hevur verið klokkari í Hoyvíkar kirkju seinastu árini. Hann er funningsmaður og er føddur 3 juli 1937.

-Vit vóru millum tey fyrstu, sum búsettu okkum oman Mannbrekku í Nicolaj Mohrs gøtu. Vit búðu í Danmark og eg var lærari har. Eg tók læraraútbúgving á N Zahles Seminarium í Keypmannahavn og var í fimm ár lærari á venjingarskúlanum hjá hesum seminarium. Eg var 14 ár í Danmark tilsamans og Katrin í 16 ár.

-Eg vildi heimaftur og nú hendi tað at eitt lærarastarv var tókt við gamla skúlan í Hoyvík og á Hvítanesi. Eg søkti og fekk starvið. Eg haldi, at tað var lætt at koma heimaftur. Halgir Winther Poulsen hevði tosað við okkum, tá vit vóru niðri og fortalt okkum um eina útstykking í Hoyvík og vit fingu grundstykki og bygdu.

-Tað gingu 25 ár frá fyrsta fundinum um at byggja kirkju í Hoyvík og til kirkjan var vígd og Katrin var drívkraftin allan vegin. Eg var ikki kirkjutænari beinanvegin. Men eg lærdi meg mannagongdina. Eg var eftirløntur og kundi ringja gerandisdagar, um tørvur var á tí.

-Hoyvíkar skúli er nógv vaksin. Tá ið eg tók við sum lærari i 1974 vóru 46 børn í skúlanum og tá ið eg legði frá mær í 2003 vóru 450 børn. Nú eru omanfyri 800 børn. Barnatalið er vaksið við 750 seinastu 30 árini.

-Tað er brúk fyri kirkjuni, hetta er ein virkin kirkja og er væl vitjað. Klokkan ringin av sær sjálvum klokkan 9, 10 og 11. Aðrar tíðir er neyðugt at trýsta á knøttar. Katrin og Petur eiga trý børn, Kirstian, Inga og Petur.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.