Skriva út

Petur Nolsøe

Petur Nolsøe
klokkari
Kaldbaks kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Fyrsta januar 1967 byrjaði Petur Nolsøe í Kaldbak sum klokkari í kirkjuni og hann er enn í starvinum. Hann var tá 19 ára gamal. Burtursæð frá tveimum árum í Danmark og tveimum í Íslandi hevur hann verið út í eitt í starvinum og tað eru nú vorðin til 44 ár. Petur Nolsøe er føddur 17. juli 1948.

Petur hevur búð í Kaldbak alt lívið og hann er uppvaksin í bygdini. Í dag koyrir hann taxabil og hevur ábyrgdina av tænastuni á tyrlipallinum í Havn og stórur partur av hansara lívi hevur havt við ferðafólk at gera.

-Eg fór í real í Hoydølum og eftir tað arbeiddi eg hjá landinum. Síðan fór eg at koyra lastbil fyri Grøði. Har var eg eina tíð og byrjaði síðan at sigla við strandfaraskipum. Eg var við Dagstjørnuni, Kjógvanum og øðrum skipum. Eg var eisini við til at gera vegin til Kaldbak. Men heilsan var ikki í lagi og eg fór niður í tvey ár til endurútbúgving. Heimaftur komin arbeiddi eg sum fyritaksstjóri á Blaðstarv í 1984-85 og síðan fór eg aftur á strandferðsluna. Hesaferð fór eg á skrivstovuna og var har í 14 ár, har er serliga tók mær av ferðaætlanum og bussamskipan.

Í 1999 fór eg at arbeiða á sjómansheiminum Ørkin í Íslandi. Eg var har í tvey ár og heim aftur komin fór eg undir taxakoyring, umframt at eg hevði starv at avgreiða tyrluna. Tyrlutænastan er ein góð tænasta fyri føroyingar. Eg veit ikki hvussu leingi eg haldi á við avgreiðsluni av tyrluni á Boðanesi. Innan tað almanna kann ein arbeiða, til ein er 70 ár.

-Hetta við at vera leingi í tænastuni liggur til familjuna, í hvussu er tá ið tað snýr seg um kirkjutænarar. Pápabeiggi mín Petur Pauli Nolsøe var deknur og klokkari í yvir 50 ár. Nú er tað lættari at vera klokkari enn fyrr, tí nú eru tað fleiri, ið skiftast, sigur Petur Nolsøe.

Petur er giftur við Maibritt og tey eiga tveir dreingir og fýra barnabørn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.