Skriva út

Petur Martin Johannesen

Petur Martin Johannesen
organistur
Tvøroyrar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard 


Petur Martin Johannesen er tónleikarlærari og hann er virkin í frítíðini. Hann er klaksvíkingur, búsitandi í Syðrugøtu og er organistur í Tvøroyrar Kirkju og í kirkjuni í Hvalba, umframt at hann er kórleiðari fyri kórinum Ljómi í Vági. Petur Martin er føddur tann 9 mai í 1970.

-Lívið er kanska tilvild, men eg eri útbúgvin tónleikalærari og undirvísi á Musikkskúlanum. Tey manglaðu ein klaverlærara í Suðuroy og eg søkti starvið. Og tá ið eg var komin suður manglaði ein organistur í Hvalba og á Tvøroyri og fór at spæla í teimum kirkjununum.

Kórið Ljómur í Vági tørvaði eisini ein leiðara og eg tók av avbjóðingini.

-Nú eri eg ein part av vikuni í Suðuroy og tí havi eg leigað mær eini hús í Vági og annars búgvi eg í Syðrugøtu, har eg havi keypt eini gomul hús frá 1845, sum eg seti í stand sjálvur. Eg havi eisini verið kórleiðari í Eystanljóð.

Petur Martin er útbúgvin á musikkkonservatoriunum í Oslo.

-Tú má hava kærleika til sálmarnar, skal tað geva meining at vera organistur í eini kirkju og tú má eisini duga teir. Tað er neyðugt at duga at laga seg til kirkjuorgulið og at duga at samstarva við orgulið. Prestan sum eru musikalskir, hava eina meining um tónleik. Teir skilja, hvat tónleikurin hevur at siga. Spælir tú í eini kirkju, har presturin er tónleikadeyvur, tá er tú munandi meira einsamallur sum organistur og tað er enn meira krevjandi.