Skriva út

Petur Martin Glerfoss

Petur Martin Glerfoss
deknur
Mikladals kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Petur Martin Glerfoss er mikladalsmaður og búsitandi í Klaksvík. Hann er verkfrøðingur innan el og arbeiðir innan hetta økið. Petur Martin er føddur 3 desember 1972. Síggja tit Petur Martin umborð á Sam upp undir eitt vikuskifti, tá er tað ógvuliga sannlíkt at hann er ávegis norður at vera deknur í Mikladali, ella er hann á veg at vitja mammuna, ella taka hond í okkurt.

-Í dag eru ikki nógv fólk í Mikladali og tí er neyðugt við fleiri kirkjutænarum, sum ikki búgva i Mikladali, fyri at fáa roknistykkið at ganga upp. Tá ið eg var barn vóru kirkjutænararnir í føstum starvi hvønn einasta sunnudag. Og teir búðu í bygdini.  Tað gongur ikki í dag. Eg eri triðji deknur í Mikladals kirkju og eg eri framvegis deknur av og á, sigur Petur Martin Glerfoss.

-Eg eri uppvaksin í Mikladali og havi verið nógv har síðan, mamma býr í Mikladali. Tá eg var ungur, vóru tey eldru altíð har. Tað hevur myndað meg, men eg trúgvi ikki, at nakar vil fara aftur til tað gamla. Tíðin broytist og tað sum var fjálgt og hugnaligt fyrr, ber ikki rættuliga til við teimum krøvum, sum tíðin setur í í dag.

-Arbeiðsliga hevði tað valla borið til at búð í Mikladali. Eg starvist sum verkfrøðingum í fyritøkuni SMJ. Hetta er ein fyritøka við eletrikarum og installatørum og fyri meg er hetta eitt rættuliga spennandi arbeiði.

Petur Martin er giftur við Unn Glerfoss og tey eiga fýra børn, sum enn ikki eru tilkomin.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.