Skriva út

Petur Joensen

Petur Joensen
klokkari
Gøtu kirkja
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Símun Petur Sámal Dánjal Poul Joensen, soleiðis er hann doyptur og vanliga verður hann kallaður Petur í Frammistovu í Norðagøtu. Síðan 2 juni 1946 hava eyguni verið opin og hjartað byrjaði at banka nakrar mánaðir framman undan í móðurlívi í sættu viku, eftir at Petur varð gitin.
Lívið byrjaði við dópi í kirkjuni og hann er enn í kirkjuni, nú sum klokkari og tað hevur hann verið í drúgva tíð. Og hann eigur eisini nógvar timar í fjósinum í Gøtudali, har elsti sonurin er bóndi og har nógvar mjólkikýr skulu hava eina rúgvu av súrhoyggi og kraftfóðri hvønn einasta dag, skulu vit kunna keypa hesar bláu, reyðu, gulu og grønu mjólkapakkarnar, sum vit lítið gruna um, hvussu nógv arbeiði liggur aftanfyri at framleiða hvønn einasta litur.
 
-Eg havi verið klokkari síðan 20 august 1995 ella 10 sunnudag eftir Trinitatis hetta árið. Hetta var ein góðan mána eftir at nýggja kirkjan var vígd. Formaðurin í kirkjuráðnum, Atli Hansen, sett eg í samband við meg, tí gamli klokkarin Magnus Hansen orkaði ikki meira einsamallur .
-Eg hugsaði um hetta og tað kom fram fyri meg, at eg hevði verið út fyri fleiri hendingum, har tað var heilt greitt, at um ikki tað andaliga hevði verið upp í leikinum, so hevði verið galin endi. Eg kom at hugsa um einaferð, eg var á floti saman við synunum, sum tá vóru smádreingir og eg kom ov nær stronginum á Mjóvanesi. Vit mundu gingið burtur um ikki ein sjónlig hond kom upp í leikin.

-Einaferð vit vóru á fjalli í Gøtunesi mundi gingið heilt galið. Vit vóru úti við eina gjógv og eg skuldi upp í eina rók, sum vit kallað Keldurókin. Eg hevði verið har síðan eg var heilt ungur og kendi alt. Tað var hálvfølvað og tá ið eg komi upp, er hált sum á kalvabaki. Eg kundi ikki ganga nakran veg. Eg rópti á mín Harra og frelsara og kom spakuliga niður niðuraftur við ongum seyði. Allir vistu, hvussu støðan var og ongin spurdi meg um nakað. Vit fóru til hús. Her var ongin ivi í míni sál, hægri maktir hjálptu mær niður aftur.

-Eg havi siglt í mong ár við Sjúrða Tollakson og Geyta Reyða. Og eg hevði sett í meg, at um eg einaferð varð skipari, tá vildi eg lesa lestur fyri manningini sunnudagar. Hetta lyftið sveik og hesir tríggir tilburður komu fram fyri meg tá Olofson, prestur, ringdi til mín um klokkarastarvið og eg segði endaliga ja.

-Í 20 ár havi eg verið klokkari og havi uppliva nógvar gevandi løtur og nógvar syrgiligar løtur. Eg haldi, at kirkjan eigur at vera eitt stað, har ein savnast i kvirru. Mær dámar ikki gang í kirkjuni. Eg havi ringt til konsertir, men tað er bara ikki eg. Nú ringi eg bara til gudstænastur uttan konsertir. Annars haldi eg, at tøknin er góð, nú er tað so smart, at tá ið vit halda gudstænastu, tá kunnu tey eldru á Gøtubrá og umborð á skipinum luttaka í gudstænastuni.
Petur er giftur við Ingun. Tey eiga tríggjar dreingir og eina dóttir og seks barnabørn.
-Tú má fáa tað við, mær dámar ikki tað villa í kirkjuni, sigur Petur smílandi.