Skriva út

Petur Abrahamsen

Petur Abrahamsen
klokkari
Fuglafjarðar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Tað er ein grund til at Petur Abrahamsen eitur Petur. Tað var onki navn eftir at uppkalla, hann er yngstur av einum systkinnaflokki upp á 15 systkin. Petur er føddur stytsta dag, 21. desember 1954.

-Eg bleiv klokkari í 2017. Hetta komst av, at Hjørleif kom til skaða og mátti gevast. Eg havi ringt saman við Edwardi, mammubeiggja, tá íð eg var smádrongur og eisini saman við Edmund, bróður. Hetta er ein klokkarafamilja eg eri av, heilt aftur til langabban Tummas Johannesen av Hellunum, sum giftist til Fuglafjarðar og sum var klokkari, tá íð gamla kirkjan stóð liðug í 1871, sigur Petur Abrahamsen.

-Eg hevði øgilga ringt við at sita stillur í kirkjuni sum barn. Eg haldi, at pápi sá hetta, og tí tók hann meg við á Góðadal sunnudagar, har hann var røktingarmaður. Hann hevði altíð Sunnudagsblaðið við og tá íð vit vóru komnir upp á pláss, hildu vit ein steðg og hann læs úr blaðnum fyri mær, á tann hátt fingu vit eitt sindur aftur av andaktini, sum vit høvdu mist í kirkjuni, sigur hann.

-Men eg havi altíð verið góður við kirkjuna og tað eri eg enn. Og ætli mær at vera klokkari so leingi eg orki, sigur hann.

-Eg havi stóran áhuga fyri seyði og tað havi eg arvað frá pápa. Vit hava seyð og eg eri nógv í haganum. Tey siga, at eg eri djarvur í brattlendi, eg gangi í  hvussu er allastaðni, har seyður gongur, sigur hann.

Petur er giftur við Hansinu. Tey eiga tvær døtur og seks barnabørn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.