Skriva út

Petsy Nielsen

Petsy Nielsen
deknur
Skopunar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Petsy Nielsen varð biðin til dekn í Skopunnar kirkju í 2005. Hon er fødd og uppvaksin í Skopun. Hon er fødd 24. oktober 1961.

-Tað var kirkjuráðið sum bað meg. Tey hildu, at tað var for bundisligt bara við einum dekni. Eg haldi ikki, at eg segði meira enn eitt hálvt nei. Eg fekk lestrarbókina og læs fyrstu ferð eitt mikukvøld í føstu.

-Eg minnist, at eg var ógvuliga nervøs í fyrstuni. Men so gjørdist eg róligari, tá ið eg læs. Eg fyrireiki meg væl. Vit hava eini átta lestrarbøkur at velja í millum. Eg haldi, at lítið fólk gongur í kirkju. Tað liggur vanligar sunnudagar í dag millum 20-35 fólk. Mest eldri fólk, tey ungu koma ikki í kirkju, sigur Petsy Nielsen.

Maðurin er úr Skopun og eitur Tórmóður. Petsy og Tórmóður eiga fýra børn, tríggjar synir og eina dóttur. Tey hava fingið seks barnabørn, trý av hvørjum.

-Eg var heimagangandi, meðan børnini vóru smá og síðan fór eg at arbeiða í handli og at bera post út til fólk.

-Frítíðin fer heima, eg bindi nógv og so eru tað børnini og barnabørnini. Eg plagi at sita og hyggja eftir sjónvarpi, meðan eg bindi.

-Vit eru øgiliga spent upp á tunnilin og fasta sambandið í oynna. Mær dámar ikki at sigla. Hvørjar broytingar fara at henda við fasta sambandinum duga vit illa at ímynda okkum enn. Men tað verður ein rættuliga stór broyting, tað vita øll her suðuri. Einki verður soleiðis sum tað er nú, sigur hon.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.