Skriva út

Petra Nysted

Petra Nysted
deknur
Hvannasunds kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Petra minnist dagfest, nær hon læs fyrsti ferð í Hvannasunds kirkju. Tað var 5. september í 2004 og síðan tá hevur hon ofta lisið lestur og hjálpt presti, tá íð hann hevur verið í kirkju. Petra er fødd 27. apríl í 1961 í Klaksvík og gift til Hvannasunds.
 
 -Eg segði ja, beinanvegin eg var spurd. Mær hevur altíð dámt væl at lisið. Eg kendi tað sum ein heiður at vera deknur. Tað eru longu 16 ár síðan. Vit eru fýra deknar, sum skiftast, ein mána í senn, hetta er ikki tyngjandi arbeiði. Eg eri av kirkjutænaraætt. Abbi mín Magnus Arge var klokkari í Klaksvík í eitt mannaminni og eisini mammubeiggi mín Niels Juel Arge.

-Eg eri bankakvinna og havi starvast í Norðoya Sparikassa í samfull 26 ár fram til 2014. Eg gavst av heilsuávum. Bankaverðin hevur verið alt mítt arbeiðslív. Fyrst í Norðdepli frá 1988-1993 og síðan í Klaksvík.

-Og her veksur um hjá okkum. Tá tú tosaði við mannin hjá mær, Hans Jørgin Nysted, fyri nøkrum árum síðan, áttu vit átta barnabørn, nú er tað trettanda á veg, sigur hon.

-Eg havi trivist væl í Hvannasundi. Vit eiga tríggjar synir og tveir búgva her norðuri. Tað er stórt vælsignilsi við barnabørnum.

Seinastu árini hevur heilsan bilað. Petra hevur scelerosu og hon lærir seg dagliga at liva við hesi sjúku og ber hana væl. Eg sá ikki á henni, at hon var sjúk, tá íð vit tosaðu saman.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.