Skriva út

Paulina Wang

Paulina Wang
deknur
Norðskála kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Hetta er 16 ári, at Paulina er deknur við Norðskála kirkju og onkuntíð eru hon og maðurin Kjartan saman í kirkjuni sum tænarar bæði. Hann í torninum og hon inni í kór, sum deknur.

-Eg bleiv deknur við ein brest. Knappliga manglaðu tey ein dekn og eg fekk ikki tíð at umráða meg. Hetta var mitt í kirkjutíð og eg fekk ikki eingang stundir at lesa uppá, men fór beint upp. Jógvan Christian fekk forfall og har var einki annað at gera enn at avloysa. Tey komu til mín og søgdu, at nú mátti eg hjálpa og har var einki at gera, sigur Paulina Wang.

-Hinvegin, so var hetta ikki so øgiliga fremmant fyri meg. Eg havi verið partur av kirkjuni altíð, haldi av kirkjuni og kann ikki vera hana fyri uttan. Og tí er kenslan góð, eisini at kunna gera eina tænastu í Guds húsi, sigur hon.

-Vit høvdu ikki bil fyrr og vit gingu túrin av Oyrabakka og í kirkju. Og eg haldi, at vit gingu meira í kirkju um summarið enn um veturin, tá ið veðrið var vánaligt.

-Og hetta at vera deknur er ikki stríggið ella bundisligt arbeiði í dag. Fyrr vóru kirkjutænarar ofta leingi einsamallir í tænastuni. Hetta er ikki longur. Nú eru fleiri um hvørt starvið. Vit eru fýra deknar. Eg sjálv, Maibritt og Arnold skiftast og Jórun er eykadeknur. Eg havi vakt triðju hvørja viku og tað er til at yvirkoma, sigur hon.

-Og eg fyrireiki meg væl, tá eg eri deknur. Eg lesi væl og virðiliga upp á og gera mær ómak at velja ein lestur, sum eg skilji og sum fellur lættur at lesa, sigur hon.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.