Skriva út

Palli Mortensen

Palli Mortensen
deknur
Hoyvíkar kirkja
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Palli Mortensen hevur verið deknur í Hoyvíkar kirkju í nøkur ár. Kirkjuráðsformaðurin heitti á hann í samband við at Martin og Birgit fóru frá og hann avloysti í fyrstuni. Palli hevur verið kirkjutænari fyrr, hetta var á flatlondum. Hann var deknur í Samuelsenskirkjuni lestrarárini. Palli er føddur 12 desember 1961. 

    -Kirkjutænarastarvið var ikki nýtt fyri meg og eg segði ja beinanvegin, eg varð spurdur. Viðurskiftini eru góð í Hoyvíkar kirkju, vit eru væl mannaði og harvið ikki so bundin, tú fær altíð avloysara. Eg eri fegin um kirkjuna og havi eisini verið kirkjusangari, sigur Palli Mortensen, sum er ættaður úr Vági og starvast dagliga sum deildarleiðari í almannaverkinum, har hann stendur fyri útgjaldi. 

    -Vanligar sunnudagar eru við eini 180-200 fólk í kirkju og tá ið vit hava sunnudagsskúla eru eini 80 fólk fleiri. Tað er serliga bygdafólk, sum ganga í kirkju í Hoyvík. Vit leggja merki til tað, tá ið høgtíð er ella um summarið ganga færri fólk í kirkju, og tað er tí at føstu kirkjugangararnir eru í heimbygdini, sigur Palli Mortensen.

Palli er skóti og hetta hevur hann verið síðan 1974. Og nú er tað ikki bara telgingarknívurin og tjøld, hann tekst við. Hann hevur bókhaldið hjá skótunum. Honum dámar væl at dansa og í frítíðini hittist hann í felagsskapi at dansa standarddans og fólkadans.

Palli er giftur við Elisabeth Holm av Tvøroyri og tey eiga tríggjar gentur. Elsta er 25 ár, miðlingadótturin 20 ár og yngsta dótturin er 16 ára gomul.