Skriva út

Páll Sivertsen

Páll Sivertsen
deknur
Gjáar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Páll Sivertsen hevur í mong ár verið deknur í Gjáar kirkju. Hann hevur eisini verið organistur, men tað var av neyð, bedýrar hann. Hann avloysti onkuntíð læraran Hans Christiansen við urguna. Men hann vildi ikki halda fram, tá Hans ikki var meira og tí fingu gjáarmenn eina skipan við einum orgulið, sum spældi sjálvt sálmaupptøkur úr øðrum kirkjum í landinum. Páll er í dag eisini urguansari, tá boð eru eftir honum. Páll er føddur 8. August 1944 og er av tí stóra barnaárganginum í 1944 við Gjógv, tá ikki færri enn seks nýføðingar drógu fyrsta andadráttin.

-Eg havi verið lærari í 40 ár og fór frá í 2007. Eitt skifti var eg varaskúlastjóri í Felagsskúlanum á Oyrabakka. Eg var lærari í sjey ár á Eiði og síðan restina av starvsleiðini á Oyrabakka og eg havi búð fyri tað mesta Við Gjógv, sigur Páll Sivertsen, deknur.

-Tá ið eg varð spurdur um eg vildi vera deknur, hugsaði eg, at eg ikki var verdur til slíkt starv. Men soleiðis skal eg ikki hugsa, sum menniskja eri eg líka góður sum øll hini, sigur hann.

-Kirkjan er tóm her meginpartin av tíðini og hon er opin, eisin um bara eitt fólk er í kirkju umframt kirkjutænararnar. Eg skiftist at vera deknur við Poul Johannus Johannesen og Fríðriku Mortensen, sigur hann.

Páll Sivertsen er ikki av kirkjutænarafamilju, tí beiggi hansara hevur verið urguleikari í Funnings kirkju.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.