Skriva út

Páll Midjord

Páll Midjord
organistur
Porkeris kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

-Pápi mín, Jacob Muller Midjord keypti eitt traðkiorgul, tá íð eg var smádrongur. Hann dugdi at spæla. Eg og Jógvan bróður fóru at læra okkum. Jógvan spælir enn í kirkjuni. Og gamla orgulið er til enn og stendur í barnaheiminum hjá mær í Porkeri, sigur Páll Midjord, sum er føddur 9. september 1957.

-Vit lærdu okkum at spæla eftir eini nótabók, sum kallaðist Hjemlandstoner. Teir, sum sótu í kirkjuráðnum spurdu meg, um eg vildi spæla í kirkjuni. Hetta komst av, at Clara Borgarlíð var flutt til Havnar. Hon hevði verið organistur í Porkeris kirkju. Eg var 15 ára gamal, eitt sindur nervøsur, men kirkjufólkið tók væl í móti mær. Hetta var ikki nýtt í míni familju, at vera kirkjutænari. Abbi mín, Kristian Kristiansen, var forsangari í kirkjuni. Og seinni kom beiggi mín Jógvan eisini at spæla í kirkjuni. Aftaná meg kom Eyðun Bæk, sigur Páll Midjord.

-Eg lærdi á skipasmiðjuni í Vági til skipstimbrara. Eg arbeiddi eina tíð innan hetta fak í Vági og síðan í Havn. Men so komu stálskipini og hetta fak doyði næstan út. Eg skifti og fór at byggja hús. Eg lærdi eisini til byggitøkning og fór at tekna hús. Í dag eri eg pensionistur og seinastu 17 árini, áðrenn eg gavst at arbeiða sum 70 ára gamal, var eg húsavørður í Húsavarðatænastuni. Ein serdeilis góð tíð, sigur hann.

-Nú fái eg tíðina at ganga við at halda ognirnar og eg hjálpi eisini sonunum, Pætur, sum býr í Miðvági og hevur eina fyritøku, sum monterar hurðar og vindeygu, sigur hann.

-Konan eitur Gudna Ólavsdóttir Dalsgarð og er av Argjum. Vit eiga fýra børn, tvey búgva í Danmark og tvey í Føroyum. Vit eru ríkað við 11 barnabørnum.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.