Skriva út

Pætur Bærentsen

Pætur Bærentsen
organistur
Skopunar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Pætur Bærentsen hevur traðkað barnaskógvarnar í Skopun og í dag spælir hann urgu í kirkjuni og í øðrum kirkjum í oynni. Pætur Bærentsen eru ungur urguleikari undir útbúgving. Hann er føddur 13. desember 1989.

-Eg byrjaði at spæla í Skopun í 2008. Eg spæli bæði orgul og klaver. Seinastu fýra árini havi eg regluliga gingið til orgulundirvísing hjá Gudmund Mortensen, organisti í dómkirkjuni. Eg eri har hvønn mikudag. Eg havi tikið fýra av átta skeiðum, hvørt skeiðið tekur eitt ár og tá eg eri liðugur, eri eg útbúgvin sum kirkjuorganistur. Tað er spennandi og stuttligt at læra, sigur Pætur Bærentsen.

-Eg eri organistur í Skopun, á Sandi og í Skálavík, men mest í Skopun. Eg var 19 ára gamal, tá eg byrjaði at spæla orgul hjá Gudmund, men eg hevði sitið við urguna áðrenn. Pápi mín, Sigurd Bærentsen, sáli, var lærari og deknur og hann dugdi eisini at spæla orgul.

-Eg búgvi í Skopun og arbeiði í handlinum Lonini og so eri eg organistur. Frítíðin fer til tónleik og onnur ting.

-Hóast onnur ljóðføri eru lokkandi, er orgul nógmikið fyri meg. Mínar tónleikafyrimyndir eru sálmalagssmiðirnir sum eg læri hjá Gudmund.

-Eg lærdi at spæla klaver, tá ið eg gekk í fólkaskúlanum á Meginskúlanum á Sandi. Tað var Musikkskúlin sum skipaði fyri, og lærari var Bjarni Restorff úr Havn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.