Skriva út

Ove Heinesen

Ove Heinesen
deknur
Leirvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Ove Heinesen hevur verið deknur í Leirvikar kirkju síðan 2007 og fyrstu ferð hann læs var til eina føstugudstænastu. Ove er føddur 8 apríl 1969.

-Mær dámar væl samskifti og at gera breiðar tænastur og mær dámar serliga væl at deila trúnna. Oman á hetta eri eg heimamaður og kann gera tænastu í kirkjuni. Mær dámar væl at vera partíðardeknur og tað ríkar mær lívið. Vit eru fýra um uppgávuna og tað er ikki tyngjandi, sigur Ove Heinesen.

-Eg eri grundigur sum deknur. Vikuna áðrenn eg skal lesa, byrji eg vanliga týsdag at venja meg. Um eg bert brúki somu lestrar, tá fara fólk at leggja merki til tað, tí royndi eg at variera. Mær dámar væl lestrar, sum eru lættir at lesa og sum hava ein greiðan boðskap. Lesturin fær meg skal eisini vísa frælsi í trúnni. Eg velji eisini sálmar, sum passa til lesturin , vit hava uppskot i kirkjuni, men tað er ikki altíð, at eg fylgi hesum uppskotum.

-Eg lesi lesturin hart fyri mær sjálvum fleiri ferðir, eisini onkuntíð fyri konuni, áðrenn eg fari í kirkju og geri mær ómak. Um eg kann vera ein partur av hesi tænastu og Gud vil, so fari eg at lesa lestur restina av lívinum. Hetta er ein góð gáva fyri meg.

-Andaliga lívið hevur týdning fyri meg í dag. Eg havi mist tveir beiggjar og hetta setti líkasum lívið í perspektiv og eg fór at hugsa meira álvarsamt um mín leiklut í hesum lívinum.

-Tað var Jakku, Jákup Tróndheim, sum spurdi meg um eg vildi vera deknur. Eg var á veg upp gjøgnum kjallaratrappurnar, tá ið hann ringdi og tá gjørdist eg sera glaður.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”