Skriva út

Øssur Kjølbro

Øssur Kjølbro
deknur
Christianskirkjan

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Øssur Kjølbro hevur verið deknur í Christianskirkjuni frá 1992 til 1994. Og fyri at verða heilt neyv, so tók hann við deknastarvinum tann 29. november ella fyrsta sunnudag í atvent hetta árið. Øssur er føddur 25. november 1974.

-Eg var blaðungur, 18 ára gamal, tá eg tók við sum deknur. Tað var Henning Bøgesvang, prestur sum spurdi meg vegna kirkjuráðið. Eg skuldi avloysa Villads Bøgesvang. Eg var í starvinum í tvey ár, til eg fór niður at lesa, sigur Øssur Kjølbro.

-Eg var helst spurdur, tí eg gekk í kirkju hvønn sunnudag, ella tað haldi eg. Beiggi mín kom eisini nógv í prestagarðin, hann og Villads vóru vinmenn, og tí kendi eg væl Henning Bøgesvang eisini. Tað var so tætt millum húsini hjá okkum, sigur hann.

-Og tað var fjálgt at gerast kirkjutænari, tí her vóru so nógvir kirkjutænarar, sum høvdu verið leingi í tænastuni og teir hjálptu, um ástóð, sigur hann.

-Eg fór niður í 1994 at lesa gudfrøði ella teologi og kom heimaftur í 2003 sum teologur. Og síðan havi eg verið aðalskrivari hjá Kirkjuligu Heimamissiónini. Tað stóra arbeiðið her hevur verið víðkanin av Nesvík. Eg havi verið leiðari fyri starvsfólkunum og trúboðarunum, sigur Øssur Kjølbro.

Øssur er giftur við Ann Mari Ellebye og tey eiga trý børn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.