Skriva út

Oliver Askham

Oliver Askham
deknur
Hvannasund

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Oliver er árnfirðingur og hevur konu úr Kunoy og hann hevur búð í samfull 25 ár í Hvannasundi av tí einfaldu orsøk, at onki grundstykkið fekst í heimbygdini. Oliver er føddur 16. august í 1963.

-Pápi mín er úr Árnafirði og mamma eru úr Klaksvík. Eftirnavnið er mannaskapt, skilt á tann hátt, at tað er ikki knýtt at nøkrum ávísum staði. Vit sluppu ikki at byggja í Árnafirði og eg kom tilfeldigvís fram á eitt grundstykkið í Hvannasundi og smekkaði til og hetta førdi til, at vit vóru búgvandi í 25 ár í Hvannasundi sum tilflytarar, sigur Oliver Askham.

-Eg eri uppvaksin í Árnafirði. Vit fluttu í 1987 til Hvannasunds og í 2012 fluttu vit til Klakvíkar at búgva.

-Grundin til at vit fluttu var, at eg fór at koyra buss og tí lá betri fyri í Klaksvík. Bussvirksemi kom at vera í Klaksvík. Ein onnur orsøk var at børnini vildu til Klaksvíkar. Ungdómurin vil gjarna til størru plássini og tað skilji eg væl.

-Eg var deknur í nøkur ár frá 1990 og fram til 2002. Vit vóru tríggir deknar tá, sum skiftust um at lesa og tað gekk rættuliga væl. Tá vit ikki høvdu vakt hvønn sunnudag, kendist tað ikki so bundisligt, sigur hann.

Jógvan Josias er giftur við Sólrum Sólbjørg Askham úr Kunoy. Tey eiga sjey børn og 16 barnabørn.

-Og tá er man ríkur, sigur Oliver Askham.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.