Skriva út

Oliver Askham

Oliver Askham
deknur
Kunoyar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Oliver Askham er tilkalludeknur í Kunoyar kirkju, men hevur ikki beinleiðis tilknýti til Kunoyar. Oliver er føddur 16. august 1953.

-Eg eri uppvaksin í Árnafirði, men havi búð í 25 ár í Hvannasundi. Her var so undarligt hjá okkum árnfirðingum. Vit fingu ikki grundstykki í heimbygdini og tað var tíð, at eg fletti til Hvannasunds, sigur hann.

-Í dag búgva vit í Klaksvík. Verfamiljan hjá mær hevur tilknýti til Kunoyar. Kona mín er fødd í Kunoy.

-Eg havi lisið einaferð í Kunoyar kirkju, tað var 25. februar í 2018 og eg eri klárur at lesa aftur, um boð eru eftir mær. Eg havi játtað at verið tøkur, um kunoyingar mangla ein dekn og standi eg við. Eg havi eisini verið kirkjutænari í Hvannasunds kirkju, sigur hann.

- Í 1976 giftist eg við Sólrun Sólbjørg úr Klaksvík, og vit búsettust tey í Hvannasundi, har eg var deknur frá 1990-2002 .

-Tað er verfamiljan, sum ættað úr Kunoy/Haraldssundi , so tey eru okkara tilknýti til oynna og Kunoyar kirkju. Tá ið eg so bleiv spurdur um at hjálpa til við lestrinum, játtaði eg. Vit eru fimm deknar sum lesa tveir fylgjandi Sunnu/Halgidagar og hava so fríð ímeðan hinir fýra lesa , so tað er ein sera góð avtala, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.