Skriva út

Óli Olsen

Óli Olsen
organistur
Skála kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Óli Olsen situr við urguna í Skála kirkju. Hann er meinkunnigur á loftinum. Hann er føddur millum jól og nýggjár 1972 og spældi fyrstu ferð við urguna í 1984. Hann lærdi nótar í musikkskúlanum og seinni var hann ein av stovnarunum av bólkinum Enek, sum varð stovnaður av ungdómi, sum gekk í HF við Gøtugjógv. 

    -Orgul er sum ljóðføri stórsligið. Eitt ógvusligt instrument, ógvusligur klangur og skiftandi. Orgultónleikur er vakur, og koralirnar eru vakurt útsettar, sigur Óli Olsen og tosar seg heitan um ljóðføri, sum hevur givið honum so nógva gleði. 

    -Eg eri ikki religiøsur og onkuntíð spyrji eg meg sjálvan, um eg kann loyva mær at spæla, uttan at tæna Gudi. Eg trúgvi ikki á Gud og um eg kann hjálpa til í kirkjuni, tá er tað gott fyri meg eisini.
 
    -Fyri meg snýr tað seg um tónleikin og tónleikurin er andaligur. Eg fái nógv burtur úr andaligt, tá nógv fólk eru saman, eg gerist upplyftur av tí. Størsta upplivingin andaliga eg nakrantíð havi upplivað var eina jólaaftan í Skála kirkju. 

    -Eg sat við urguna og vit sungu “Føgur er foldin.” Tað var eins og eg fór úr likaminum og tað hendi bara av sær sjálvum. Onkusvegna eygleiddi eg tað sum fór fram uttanfyri meg sjálvan, meðan eg var uttanfyri meg sjálvan og samstundis spældi sangin á urguni., sigur Óli Olsen. 

    -Tað, sum skapar frið hjá mær er, at eg kann vera róligur í tí vitan, at eg einki veit. Og at eg ikki havi makt til at gera nakað, sigur hann.
 
Óli er timburmaður og byggifrøðingur og arbeiðir í umsitingini hjá Tórshavnar kommunu. 

    -Sum ungur var eg forvitin og tað var forvitni, sum flutti meg fram, og nú eri er komin í fast starv og tað er ógvuliga spennandi at fyrisita byggimálsviðgerðum. 

    -Og eg havi verið fastur organistur í Skála kirkju ella nokk so fastur í nítiárunum í farnu øld. Eg havi eisini spælt í øðrum kirkjum. Og at vera fastur organistur í Skála kirkju merkir ikki, at ein spælir hvønn sunnudag, tí har eru so nógvir organistar.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”