Skriva út

Óli Debes

Óli Debes
klokkari
Gjáar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Annan sunnudag í 1983 stóð Óli Debes og ringdi í Gjáar kirkju, hann var júst biðin til klokkara. Og hann var klokkari, til hann doyði 18. mars í 2020 ella væl yvir 30 ár.

-Klokkarastarvið liggur í familjuni. Pápi var fyrsti klokkarin í Gjáar kirkju. Hann sat eisini í nevndini, sum skipaði fyri, at Gjáar kirkja varð bygd. Hon var vígd í 1929. Og áðrenn kirkjuna vóru kirkjuviðurskiftini hjá gjáarfólki tvørlig. Gjáarfólk gingu til Funnings til altars og høvdu føst hús í Funningi at fara inn í og fáa ein drekkamunn. Mínir forfedrar gingu inn til heimið hjá Poul Petersen, sigur Óli Debes.

-Við Gjógv varð lestur heima, áðrenn kirkjan kom og gamalt var, at tað var ljósari at lesa á nýggjárinum í mun til jólini. Varð ikki farið í kirkju, varð lestur lisin heima og pápi fór ikki í kirkju í lembing. Mamma læs lestur heima hjá okkum, sigur hann.

-Eg tók við sum klokkari, tí Benadikt Johannesen flutti suður á Oyrabakka. Hann hevði leingi verið deknur og fekk fortjenstmedailjuna saman við Svend og Kristian Joensen, sum eisini vóru kirkjutænarar. Teir vóru trúgvir í tænastu, sigur hann.

-Nú er lætt at vera klokkari. Klokkan er automatiserað og tað er bara at trýsta á knøttar, tá ið ringt verður út. Annars er alt automatiskt, sigur hann.

-Eg ringi, so leingi eg orki. Vit hava ongantíð tikið offurpengar við til hús, men nú er broyting komin í. Síðan vit fingu kirkjuskatt, havi eg tikið pengarnar við heim, sigur Óli Debes og leggur afturat, tað talan var um ein stóran árgang, tá ið hann varð føddur. Tað vóru seks børn fødd í bygdini í 1944.

Heilt til Óli var 59 ára gamal, var hann gamal drongur, búði hjá systrini og helt, at lívið var trist einsamallur.

-Eg bað Gud um eina konu í mong ár og einki hendi. Eg var til eina jarðarferð á Toftum og tá hoyrdi eg eina rødd, sum segði: “Á jólum verður tað!” Á jólum var Nicolina har og helt jól og vit hittust. Hon hevði verið gift og átti fimm børn. Vit fluttu til Gjáar, sigur hann.

Óli hevur starvst í 42 ár innan flakavinnuna. Fýra ár innan Fiskasøluna, 13 ár á Toftum sum formaður og 22 ár á Eiði sum formaður.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.