Skriva út

Óli Andrias Reinert á Geilini

Óli Andrias Reinert á Geilini
organistur
Svínoy

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Óli er svínoyingur og Reinert er ikki vanligt navn í bygdini, men mamma Óla er úr Norðadali og hann er uppkallaður við hennara gentunavni og eftir abbanum Óla Reinert og langabbanum Andrias Reinert. Óli er føddur 2. juni 1966.

-Kanska er ein andsøgn í tí, men eg eri uppvaksin í Brøðrasamkomuni, men síðan Edvard Jacobsen doyði í 1985 hava ikki verið reglulig møtir hjá samkomuni her í bygdini. Pápabeiggi mín Pedda hoyrdi eisini til Brøðrasamkomuna, men hann gekk líka nógv í kirkju og eg fylgdi við honum. Hann var ikki fullførur og hetta komst av, at hann fekk kikhosta sum barn og mundi doyð av tí. Hann var meinaleysur og fittur, sigur Óli á Geilini.

-Eg spældi av og á í kirkjuni sum ungur og síðan eg flutti aftur til Svínoyar í 2012, havi eg spælt regluliga, sigur hann.

-Eg havi verið glaður fyri at vera organistur í kirkjuni, ikki tí, eg stúri eitt sindur hvørja ferð, men eg havi eitt gott orgul heima, og eg venji altíð áðrenn. Í fyrstuni spældi eg eftir gehør. Síðan lærdi eg meg nótar og nú fái eg ikki spælt uttan nótar, sigur hann.

-Eg fekk hylling á nótum, tá eg gekk í áttinda flokki í Klaksvík. Tað var Bogi Lutzen, sum lærdi meg nótarnar, sigur hann.

-Eg arbeiddi seks ár á posthúsinum í Havn. Annars havi eg fyri tað mesta arbeitt í Svínoy. Seinnu árini havi eg havt ábyrgd av strandferðsluni sum avgreiðslumaður, hesum havi eg ein steðg frá í løtuni.

-Eg havi eisini lisið eitt sindur. Havi bachelor í bókmentum frá Fróðskaparsetrinum og mangli at skriva MA ritgerðina, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.