Skriva út

Olf Bech

Olf Bech
klokkari
Porkeris kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Olf ella Eyðálvur, sum hann er doyptur, er júst byrjaður sum klokkari í Porkeris kirkju, nú vit skriva 2021. Hann er føddur 23. ferbuar 1953.

-Eg varð spurdur og eg segði ja beinanvegin. Eg vil vera kirkjutænari. Eg eri í kirkju hvønn sunnudag og tá er einki í vegin fyri at vera klokkari, sigur Olf Bech.

-Eg havi ikki verið tænari í kirkjuni fyrr, men nú siti eg í kirkjuráðnum. Annars havi eg verið bankamaður, síðan eg var blaðungur, byrjaði í 1977, sigur hann.

-Eg byrjaði í Sjóvinnubankanum á Tvøroyri og gavst í 2004. Í 2006 fekk eg starv í Suðuroyar Sparikassa og var har til eg fór frá við pensión í 2019, sigur hann.

-Eg eri ógiftur, og bróðursonurin Hartvig og kona hansara Ása við fýra børnum búgva í rúmliga heiminum hjá mær her í Gjørðum saman við mær. Tað er gott ikki at vera heilt einsamallur. Tey gomlu bóndahúsini í Gjørðum stóðu her tætt við, tey eru niðurtikin og einki sæst til tey í dag, sigur hann. Í Gjørðum er ein forbrongling av í Gerðum og merkir, at her er jørð løgd inn, sambært Eivind Veihe.

-Fríðtíðin er nógv, nú eg eri pensioneraður. Eg havi brúkt orku uppá at sett eini gomul sethús í stand. Og annars ferð seyðurin við drúgvari tíð. Vit hava havt upp í 45 veðrar. Nógv av tí selja vit til fóður. Tann besti vigaði 120 pund, sigur hann.

-Men nú ganga vit ikki so nógv uppí vekt longur. Nú snýr tað seg um at hava vakrasta veðrin. Hetta hava seyðasýningarnar kring landið skundað undir, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.