Skriva út

Olevinus Sørensen

Olevinus Sørensen
deknur
Viðareiðis kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Olevinus Sørensen er ikki akkurát tað ein setir í samband við ein kirkjutænara, sum hevur brúkt alt lívið í kirkjuni og tað av tí heilt einføldu orsøk, at hann hevur verið so nógv  burtur til skips. Men síðan 1987 hevur hann verið at sæð á kórsgáttini í kirkjuni í Ónagerði og hann er har enn. Olevinus er føddur 16. mars 1945.

-Eg byrjaði at lesa fyri Poul John Thomasen í 1984 og eg lesi enn, sigur Olevinus Sørensen.

-Eg fór heilt ungur til skips og havi flotið meginpartin av lívinum. Ella, tað er rættari at siga, at eg havi verið til skips. Alt mítt vaksna lív. Eg byrjaði við Jóannes Patursson í 1955, og har lærdi eg tað grundleggjandi við at vera við einum trolara. Tíggju ár seinni fór á skiparaskúla.. Eg havi verið Samson´sa maður havi siglt í 24 ár við trolarum hjá Kjølbro. Hetta var ein góð og ógvuliga gevandi tíð fyri meg, sum eg eri takksamur fyri í dag, eg eri stoltur av at hava havt Samson sum skipara, hann var ein dugnaligur maður, sigur hann.

Konan er eisini av Viðareiði og tey hava fingið seks børn. Og tað hevur hildnast væl, í dag eiga tey 19 barnabørn, harav 17 eru dreingir. Ættin livir víðari, hóast elsta ættarliðið eldist.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.